Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví hevur KVF ilt av átrúnaðinum

John William Joensen

Áhugin hjá KVF fyri átrúnaði er ikki til. Var tað ikki fyri fólksins vilja, so vóru guðstænastur o.a. tilfar fyri langari tíð síðan tikið av skránni. Kringvarpsnevndin hevur svikið.

Áhugin hjá KVF fyri átrúnaði er ikki til. Var tað ikki fyri fólksins vilja, so vóru guðstænastur o.a. tilfar fyri langari tíð síðan tikið av skránni. Kringvarpsnevndin hevur svikið.

KVF ger í løtuni upptøkur til eina sending um trúarlív og filmar í hesum sambandi samkomur og kirkjur. Skal eg siga sum er, so krossi eg fingrar fyri og vóni, at KVF velur at lýsa hesi kæru menniskjuni, sum mentaði menniskju og ikki sum víðgongdir serskøltar við at lata einstakar “fangandi” útsagnir standa einsamallar. Men eg vænti tað ringasta.

Havi tíanverri ikki enn upplivað at KVF hevur lagt nakra orku í at skapa áhugavert sjónvarp burtur úr kirkjum og samkomum, uttan tá hesi skulu viðgerast sum fremmandar verður. Tað tykir mær sum um at andaligt tilfar verður framleitt av noyðslu, serliga í sjónvarpinum. Sjónvarps-sendingar frá Guðstænastum og møtum, eru gjørdar við sera avmarkaðari nøgd av myndatólum, orku og fólki og tí líkjast hesar sjónvarpaðu sendingarnar tilfarið, sum var framleitt fyri 30 árum síðan. Tó eru einstakir glottar serliga í útvarpinum, har eindømi eru um vertar sum fáa nógv burtur úr.

Munur er at síggja ítróttasendingar og konsertir ella annað mentunarligt tilfar – OG ikki minst tá Ólavsøka er og ballast skal á nýggjárinum. Tá fáa kreativu heilarnir frítt spæl, ella tá rennast skal aftaná onkrum fólkaflokksmanni ella bankastjóra.

Hugburðurin er ikki at taka feil av, og í stóru vikuskiftissendingini hjá KVF ringja teir til hvønn kjallara í landinum at lýsa ókeypis fyri dansum og konsertum – sum selja atgongumerkir fyri feløg sum privatfólk eiga. Men hóast samkomur og kirkjur hava nógv tey flestu tiltøkini, sum fólk kunnu leita sær til um vikuskiftinum, so kemur ongum til hugs at ringja til hesi.

Viðferðin, sum átrúnaðarligt tilfar fær frá almenna kringvarpinum gevur onga meining, tí átrúnaður er ein partur av gerandisdegnum hjá flestu føroyingum.

Tá kristnu høgtíðirnar eru sendir KVF ofta tilfar, sum vendir sær ímóti átrúnaði.

Nú nýggjur stjóri skal setast, hevði verið gott um fokusi varð flutt frá ”breaking news” og ítrótti, til meira fólksligt tilfar, sum vinna og andslív. Hetta er ikki fyri at seta niður á eitt nú ítrótt, men pláss eigur eisini at verða fyri øðrum.