Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næmingarnir í stórari menning

Jóhann Lutzen

Klaksvíkar Tónlistaskúli skipaði fyri konsert í Miðhøllini á Skúlatrøð í gjárkvøldið har ungu næmingarnir vístu síni kynstur. Klaksvíkar Hornorkestur framførdi eisini nøkur løg

Klaksvíkar Tónlistaskúli skipaði fyri konsert í Miðhøllini á Skúlatrøð í gjárkvøldið har ungu næmingarnir vístu síni kynstur. Klaksvíkar Hornorkestur framførdi eisini nøkur løg

Miðhøllin á Skúlatrøð var karmur um áhugaverda konsert har næmingarnir í Klaksvíkar Tónlistaskúla spældu nøkur góð løg. Á konsertini luttóku eisini orkestri Norðanvindar og tveir bólkar frá Vága Musikskúla.

Skráin var blandað. Norðanvindar hava lagt seg eftir at spæla føroyskan tónleik og fingið ymsar tónleikarar at útseta til bólkin. Norðanvindar er eitt orkestur hjá Tónlistaskúlanum, sum hevur blásarar, klaver og trummur. Orkestrið er bjóðað við til eina norðurlenska stevnu, sum verður í Faaborg, Fyn, í døgunum 10.-14. mai. 

Norðlýsið vitjaði við myndatólinum og fingu vit myndir í Miðhøllini og backstage.