Tað eru eftir øllum at døma nógv sum ætla sær eitt ordans boksikvøld, tí atgongumerkini ganga sum heitt breyð
Tað eru eftir øllum at døma nógv sum ætla sær eitt ordans boksikvøld, tí atgongumerkini ganga sum heitt breyð
Tað er ikki á hvørjum degi at felag boksitiltak er í Klaksvík, men í kvøld er broyting í. Teir báðir tungvektsboksararnir Anthony Joshua og Vladimir Klitschko bresta saman á leið klokkan 22.00 okkara tíð og alt kann síggjast í Atlantis Bio.
Skráin:
kl. 20.00: Dyrnar lata upp
kl. 20.30: Dyrnar lata aftur
kl. 22.00: Main Event – Anthony Joshua vs. Vladimir Klitschko
Undercard
Í boksing er vanliga fleiri dystir til sama tiltak og soleiðis er eisini hesaferð. Byrjað verður at boksa á Wembley longu kl 18.00. Av tí at filmur verður vístur í Atlantis Bio er ikki gjørligt at lata dyrnar upp fyri bokingini fyrrenn kl. 20. Teir dystirnir nevnast Undercard og eru fylgjandi:
- Joe Cordina vs TBC (4 x 3 mins Super-Featherweight Contest)
- Josh Kelly vs Faheem Khan (4 x 3 mins Super-Welterweight Contest)
- Lawrence Okolie vs Russell Henshaw (4 x 3 mins Cruiserweight Contest)
- Katie Taylor vs Nina Meinke (10 x 2 mins WBA Inter-Continental Lightweight Championship)
- Luke Campbell vs Darleys Perez (12 x 3 mins WBA World Lightweight Championship Eliminator)
- Scott Quigg vs Viorel Simon (12 x 3 mins IBF World Featherweight Championship Eliminator)
Atgongumerkir kunnu keypast í forsølu í Atlantis
Atgongumerkir fáast við dyrnar
Føroya Bjór hevur stuðlað tiltakinum




