Viðmerkingar til politikkin eru vælkomnar
Umhvørvi og orka eru tvey hugtøk, sum gerast alsamt sjónligari og týðandi í gerandisdegnum hjá øllum okkara. Tí hava hesir spurningar eisini fingið høga raðfesting í politisku viðgerini hjá Klaksvíkar Býráð.
Fyri umleið einum ári síðan samtykti Klaksvíkar Býráð eftir tilmæli frá Umhvørvis- og býar-skipanarnevndini at orða ein umhvørvis- og orkupolitikk fyri Klaksvíkar kommunu.
Endamálið við politikkinum er at gera ynskið um at verða grønasta kommuna í landinum ítøkiligt.
Í tilgongdini hava nógvir partar verið tiknir við upp á ráð. Dentur hevur verið lagdur á, at tørvir og ynskir borgaranna hava verið ein skipaður partur av tilgongdini. Somuleiðis er fakkunnleikin eisini tikin við upp á ráð.
Formaðurin fyri Umhvørvis- og býarskipanarnevndina, Kristian Eli Zachariasen, fegnast um, at kommunan nú kann leggja fram uppskot til ein orðaðan umhvørvis- og orkupolitikk fyri Klaksvíkar kommunu.
Í samband við umhvørvisvikuna, sum er í døgunum 30. apríl til 6. mai, verður tí uppskotið lagt út á heimasíðu hjá kommununnarwww.klaksvik.fo.Møguleiki er so hjá borgarum, fyritøkum o.ø. at koma við viðmerkingum til uppskotið.
Møguligar viðmerkingar verða at senda til:
Klaksvíkar kommuna
Nólsoyar Pálsgøta 32
Postsmoga 2
710 Klaksvík
ella sum teldupostur tilklaksvik@klaksvik.fo
og skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. mai.




