Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tær spældu fyri teim gomlu

Oliver Joensen

 Mánakvøldið vóru næmingar frá Klaksvíkar Tónlistaskúla á Røktarheiminum við ljóðførum og spældu fyri teim gomlu á Niðristovu og Uppistovu.

Sum altíð var hetta ein góð løta, ið endaði við felagssangi.

Helga Gerðalíð, stjóri á Tónlistaskúlanum sigur, at tey vanliga eru tvær ferðir um árið úti á sambýlum og røktarheimum við næmingum, har tey spæla fyri teim eldru, ið búgva har og starvsfólkunum.

Í Klaksvíkar Tónlistaskúla ganga í løtuni eini 170 næmingar, og teir fáa undirvísing frá 12 ymiskum lærarum. Allir lærararnir hava tó ikki fult tímatal á skúlanum.

Uppá fyrispurning okkara um hvussu tað gongst at halda upp á næmingatalið, sigur Helga Gerðalíð, at næmingatalið er nokk so støðugt. Treyðugt so, vit hava stóra kapping frá ítróttargreinunum, fótbólti, hondbólti, svimjing, flogbólti, fimleiki og øðrum. Tilboðini til tey ungu eru nógv. Men vit hava langan bíðilista til ávísar lærugreinar, eitt nú guitar og klaver. Tey yngstu spæla blokkfloytu, og tað eru tey, ið vit vanliga hava við okkum á eldraheimini.

Tað er sjálvandi eitt ávíst fráfall av hesum yngstu, men tey fáa eina grundvitan um tónleik og at lesa nótar tá tey ganga her, og tað vísir seg eisini, at fleiri av teimum, sum einaferð góvust at spæla blokkfloytu hava fingið eitthvørt í beinið, tí nøkur teirra koma aftur seinni og vilja læra meira, sigur Helga Gerðalíð, stjóri á Klaksvíkar Tónlistaskúla.

Nú næmingarnir vóru á Røktarheiminum í gjárkvøldið, fara teir í kvøld og komandi kvøldini á hini eldraheimini.