Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni sigur at landsroyndin í dag varð avlýst av tekniskum orsøkum
Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni sigur at landsroyndin í dag varð avlýst av tekniskum orsøkum
Vit mugu tíverri staðfesta, at landsroyndin í dag ikki gekk eftir ætlan, sigur Regin
Forritið, ið skipanin byggir á, megnaði ikki í okkara uppseting at svara fyrispurningum frá teimum uml. 700 næmingunum nóg skjótt, sigur hann
Tí fingu flestu skúlarnir trupulleikar at avgreiða royndina. Royndin í morgun bleiv tískil avlýst. Hóast tillagingar í tøkni og útgerð mugu vit staðfesta, at forritið ikki megnar at avgreiða royndina hjá øllum næmingunum nóg væl, og tí verða landsroyndirnar 2017 avlýstar á hesum sinni, sigur Regin Marnersson stjórin á Próvstovuni
Landsstýriskvinnan Rigmor Dam segði herfyri at um tað framhaldandi vórðu trupulleikar við landsroyndini, so átti hon at verið skrottað.




