Magnus Johansen, skipari á Karlamagnus lat væl at fiskiskapinum eftir upsa. Karlamagnus roynir við snellu. Vit hava verið úti í tveir dagar og tað hevur hilnast bara væl hjá okkum. Fyrra dagin fingu vit 4.000 pund og í gjár fingu vit 8.000 pund. Vit hava verið norðanfyri og ætla at fara avstað aftur í kvøld.
Havsbrún hevur verið eystanfyri, sum skilst, og teir avreiddu 4000 pund eftir einum degi.




