Tað verður støðan, um fiskur kemur aftur á føroyska landgrunnin í eins stóran mun sum fyrr í hesi øldini.
Tað verður støðan, um fiskur kemur aftur á føroyska landgrunnin í eins stóran mun sum fyrr í hesi øldini.
Tey reiðarí, sum hava keypt skip í heimaflotanum í ringum tíðum seinastu árini við vón um betri tíðir, tá íløgan kanska skal loysa seg, hava ikki nógv at síggja fram til í nýggja fiskivinnuuppskotinum. Ei heldur kunnu tey reiðarí, skip og manningar í heimaflotanum, sum droyma um at fáa tíðirnar aftur frá fyrst í hesi øldini, gleða seg. Tí allir munurin frá hesum ringu fiskitíðunum í heimaflotanum seinastu árini og til eina møguliga góða fiskitíð, verður seldur á uppboðssølu. Tað vísa tøl, sum vera útgreinað niðanfyri.
Toskafiskiskapur hevur mangan ligið yvir 25.000 tons
Árini 2002 til 2004 var miðalveiðan av toski fiskað av føroyskum skipum millum 37.000 tons og 24.000 tons. Miðalveiðan hesi árini var 33.000 tons. Koma hesar tíðir aftur, so vera tað ikki skip sum Kvikk, Klakkur, Ågot, Jákup B, Pison, Núpur, Sigmund, Kambur, Sandshavið, Váðasteinur, Eivind og Stapin fyri at nevna nøkur línuskip, sum í dag fiska eftir botnsfiski undir Føroyum í pørtum av árinum, sum koma at fáa ágóðan av hesum. Hesi skip antin fiskaðu hesi nevndu árini ella hava loyvir, sum tá vóru í skipanini við øðrum skipum.
Tí alt sum fer uppum 10.000 tons av toski skal seljast á uppboðssølu. Tað merkir, at í mun til besta árið í hesi øldini, har áleið 37.000 tons av toski blivu fiskaði, skal sera stórur partur av tí á uppboðssølu, um slík ár koma aftur. Siga vit at vit fáa eitt ár sum í 2003 aftur, so vera 27.000 tons av toski seld á uppboðssølu, meðan 10.000 tons fara til søgulig rættindi, hóast hesi søguligu rættindini áður hava megnað at fiskað øll tey 37.000 tonsini samanlagt. Tað svarar til, at 73 prosent av toskinum vera seld á uppboðssølu. Taka vit miðalveiðuna árini 2002-2004, so verða 70 prosent seld á uppboðssølu.
Sambært Hagstovu Føroya var heildarkvotan av toski í føroyskum øki í 1990 unum árini frá 1995 til 1999 á hvørjum ári millum 20.000 tons og 41.000 tons. Miðalveiðan hesi árini var áleið 25.000 tons av toski. Høvdu hesi árini frá 1990 unum komið aftur komandi árini, so vóru 60 prosent seld á uppboðssølu.
Hýsan enn harðari rakt
Fyri hýsustovnin er støðan tann, at enn størri partur verður seldur á uppboðssølu, um vit fáa góðar tíðir aftur. Vit kunnu taka dømi frá hesi øldini. Árini 2002-2004 var veiðan – sambært yvirliti hjá Vørn – av hýsu í miðal áleið 23.000 tons. Framyvir skal alt sum er yvir 5000 tons bjóðast út. Tað merkir, at koma slík ár aftur, so vera 78 prosent boðin út á uppboðssølu.
Upsi
Fyri upsa vóru árini 2005-2007 millum tey bestu í hesi øldini. Miðalfiskiskapurin var áleið 59.000 tons hesi árini. Í fiskivinnuuppskotinum skal alt yvir 40.000 tons á uppboðssølu. Tað merkir, at koma slík ár aftur, so fara 32 prosent á uppboðssølu. Sostatt missa skipini, sum fiskað upsa, ikki so nógv í mun til tey sum fiska tosk og hýsu, um vit siga, at góðar tíðir koma aftur.
Hyggur ein eftir, hvar hesi skip koma frá, sum royndir undir Føroyum, so er ikki so trupult at rokna út, hvørji økir koma at missa mest. Í løtuni er ikki nógvur fiskur á føroyska landgrunninum og skipini klára seg akkurat ella klára tey seg vegna fiskiskap á fjarleiðum, har tað nógvastaðni er so heppið, at nógv er at fáa í løtuni.
Niðanfyri er skjal lagt við, sum vísir fiskiskapin sambært Vørn.




