Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnaverndartænastan fingið átalu

Tíðindaskriv

Klaga um inntriv hjá barnaverndartænastu í myndugleikan at umsita pening hjá umsorganaryvirtiknum børnum

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at ein barnaverndartænasta hevði biðið um kontuavrit fyri at kanna nýtsluna á kontum hjá tveimum umsorganaryvirtiknum børnum. Einki sást í málinum um, at nakað serstakt var ásett viðvíkjandi myndugleikanum at ráða yvir pengunum hjá børnunum. Umboðsmaðurin metti tí, at mamman, sum hevði foreldramyndugleikan, hevði hendan myndugleikan.

Umboðsmaðurin gav barnaverndartænastuni eina átalu fyri at biðja um kontuavritini og upplýsa fyri bankunum, at børnini vóru umsorganaryvirtikin (LUM 17/00032)
Partur av skrivi umboðsmansins kann lesast her.ReadSpeaker