Tað er ikki bara í Skálanum og í KÍ høllini at til ber at fáa eitthvørt forvitnisligt til matna. Á Atlantic fair hittu vit Jacqlin Gardar, sum býtti út ein flogsegil frá Jacqson Cafe/Bar.
Jú, sigur Jacqlin Gardar, nógv fólk vitja í býnum í hesum døgum, umframt Atlantic Fair, so er ferðavinnan eisini byrjað, so vit spíla okkum út í hesum døgum. Jacqson serverar døgurða í dag, mikudagin og hósdagin frá kl. 18 og til 21.30, og har er sera nógv forvitnisligt á skránni. Eitt nú ber til at smakka ræst mikudagin. Umframt Jacqson eru eisini Fríða og Restaurant Angus.




