“Gongdin er, at føroyingar drekka minni sterkt og meiri veikt. Okkara viðskiftafólk eru tilvitað um dygd og keypa ikki so stórar nøgdir sum fyrr. Nú vit lata eina sølubúð upp aftrat, skapa vit betri atgongd til okkara dygdarvørur og tænastu,” sigur Rógvi Andrias Fossádal, stjóri.




