1.deildarliðið hjá KÍ spælir í Klaksvík seinnapartin.
Tað hevur gingið óvanliga væl hjá næstbesta liðnum hjá KÍ í ár. Liðið liggur í løtuni á næstfremsta plássi, fýra stig aftanfyri oddaliðið NSÍ við einum dysti færri. Tað er tó rættiliga javnt og spennandi millum ovaru liðini, og eitt nú eru bara trý stig niður til nummar 5.
Í dag fær KÍ vitjan av B36. Undan dystinum liggur B36 næstaftast við 4 stigum, meðan KÍ á næstfremsta plássi hevur 15 stig fyri 7 dystir.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00, og dómari verður Súni Fríði Johannesen.




