Hóskvøldi 18 mai kl. 19.30 verður aðalfundur í Vinnulívsráðnum har Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands verður gestarøðari
Hóskvøldi 18 mai kl. 19.30 verður aðalfundur í Vinnulívsráðnum har Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands verður gestarøðari
Umframt vanligu aðalfundarskránna verður Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, gestarøðari.
Guðrið fer at hava eina framløgu undir heitinum: “Føroyar og skjótt vaksandi ferða- og tænastuvinnan”. Hon fer at greiða frá royndunum i føroysku ferðavinnuni og tosa um hesa vinnu, sum ídag er ein skjótt vaksandi vinnuvegur, avleiddar vinnur av ferðavinnuni og kemur við dømum um, hvør og hvørji hava møguleikar at gerast partur av henni.
Klaksvíkar Handilsfelag, sum hendan framløgan kann verða áhugaverd fyri og kann hava tiknýti til, er eisini boðið við til framløguna.
Í Vinnulívsráðnum eru 55 vinnufyritøkur sum limir og sostatt allarflestu vinnufyritøkur í Klaksvík, eisini eru aðrar, sum á ein ella annan hátt virka í Klaksvík. Í heyst hevur ráðið 25 ár á baki.
Nevndin í Vinnulívsráðnum ídag er:
Karl Birgir Isaksen, formaður,
Hilmar K. Danielsen, næstformaður,
Elsubeth Poulsen, peningarøkil,
Rani Nolsøe, nevndarlimur
Heini Hansen, nevndarlimur
Jógvan við Keldu, er samskipari.




