Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Takið útgangsstøðið í tí tit hava

Jóhann Lutzen

Føroya besta fiskimatstova eigur at liggja í Klaksvík, sigur Guðrið Højgaard stjóri á Visit Faroe Islands

Føroya besta fiskimatstova eigur at liggja í Klaksvík, sigur Guðrið Højgaard stjóri á Visit Faroe Islands

 
Vinnulívsráðið í Klaksvík hevði aðalfund í kvøld og eftir aðalfundin hevði Vinnulívsráðið heitt á Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands at umrøða ferðavinnumøguleikar í Føroyum, Norðoyggjum og Klaksvík. 
 
Guðrið Højgaard greiddi frá hvussu tey á Visit Faroe Island høvdu brúkt fyrstu árini at økja um ferðavinnumarknaðin og nú raðfesta menningar- og produktpartin. Guðrið Højgaard heldur at Klaksvík eigur at satsa uppá ferðavinnnuna við sokallaðum Patriot-money, sum hon málbær seg. 
 
Um øll í Klaksvík ganga saman um ferðavinnuna, liggja nógv arbeiðspláss og harvið øktir inntøkumøguleikar fyri lokaløkið, beint frammanfyri tykkum, segði ein avgjørd Guðrið Højgaard.