Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsmálanevndin: Løgmaður hevur ikki virt § 46 í stýrisskipanini

John William Joensen

Niðurstøðan hjá løgtingsmálanevndini er lemjandi fyri Aksel V. Jóhannesen. Samstundis niðurstøðan hjá Landsstýrisnevndini varð almenn, sendi løgmaður út tíðindaskriv har hann afturvísti niðurstøðuna og sáaði samstundis iva um tignina hjá Landstýrismálanevndini.

Niðurstøðan hjá løgtingsmálanevndini er lemjandi fyri Aksel V. Jóhannesen. Samstundis sum niðurstøðan hjá Landsstýrisnevndini varð almenn, sendi løgmaður út tíðindaskriv har hann afturvísti niðurstøðuna og sáaði samstundis iva um tignina hjá Landstýrismálanevndini.

Samgonguumboðið í nevndini, Annita á Fríðriksmørk, tók ikki undir við meirilutanum í landsstýrismálanevndini. Hon stuðlaði frágreiðing Løgmanns, og sigur í niðurstøðu síni at einki er at finnast at í embætisførsluni hjá Løgmanni.

Formaður í løgtingsmálanevndini er Jógvan Skorheim og nevndarlimir eru Annita á Fríðriksmørk og Magnus Rasmussen.

Andstøðan fundast í løtuni um at leggja fram misálit á løgmann.

Les niðurstøðuna her.