Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bátarnir hjá KRF fyrireika seg til róðurin á heimasjógvi

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

KRF hevur nógvar manningar við til FM kappróðurin í ár. 

Um eina viku verður Norðoyastevna og tað merkir, at fyrsti FM kappróðurin er á skránni. Hjá Klaksvíkar Róðrarfelag (KRF) eru nógvar manningar við í ár. Norðlýsið tók nakrar myndir av venjing hóskvøldið, tá m.a. 10-mannafarið Klaksvíkingur, sum hevur unga manning ið ongantíð áður hevur róð við 10-mannaførum, vandi. 
Í Norðoyastevnublaðnum mikudagin verður longri umrøða av kappróðrinum og m.a. ein longri samrøða við ein av røðarunum umborð á Klaksvíkingi. 
Harleyfacadeacryl