Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ken Hensley í Sólorku

Jóhann Lutzen

Í Easy Livin-vikuni í heyst kemur Ken Hensley at vitja Sólorku í Suðurspania. 31. oktober fáa gestirnir hjá Sólorku eitt óvanligt kvøld saman við legendariska oddamanninum í Uriah Heep í vøkru pálmalundini í grannalagnum.

Ken Hensley, sum skrivaði bæði Easy Livin og nógv onnur hit, fer at greiða frá lívi og yrkisleið síni. Hann fer eisini at hava eina serliga konsert. Hetta verður ein solo-framførsla, har Hensley syngur og spælir guitara og klaver – tey bæðiljóðførini, sum allir fjeppararnir kenna hann fyri.

Hóast hendan hugnaløtan 31. oktober varir í einar tveir tímar, er talan um eitt eksklusivt og intimt tiltak, sum bert er fyri sólorku-gestir.

Harleyfacadeacryl