Í løtuni er upsafiskiskapurin hjá trolarunum góður, Safir og Smaragd komu á Klaksvík í gjárkvøldið við umleið 250 køssum hvør, sum svarar til umleið 150.000 pund hvør.
Línubáturin Pison kom eisini á Klaksvík í gjár og avreiddi 70.000 pund at longu og brosmu til Kósina. Pison ger nú klárt at fara undir Eysturgrønland at royna. Núpur kemur inn í morgin og eisini teir fara at gera klárt at fara undir Eysturgrønland.




