Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

21. Føroya Bjór renningin verður leygardagin

Treysti

21. Føroya Bjór Renningin verður í miðbýnum leygardagin 27. mai kl. 11.00 tá skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. 

Hetta er 21. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var fyri 20 árum síðani í 1997, at Treysti við Guttorm Sørensen á odda skipaði soleiðis fyri, at runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Árini frammanduan bleiv runnið úr Haraldsundi til Klaksvíkar.

Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum. 

Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna vit, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.

 
Gentur eftir lokna kapping í 2000   Ein barnastartur í 2002

 

Startur vaksin í Bøgøtu í 2004        Rebekka Fuglø (t.v.) í 2006

Í ár verður renningin so leygardagin 27. mai kl. 11.00. Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 450m og renna tey ávikavist eitt og tvey umfør. Tey vaksnu 5km á teini, sum er uppmátaður og góðkendur.

 
Startur vaksin á Skúlavegnum í 2009    Maria Biskopstø í 2009

Hjá øllum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina.

 
Oddvør Josephsen í 2009    Gunnar Sivertsen í 2010

Skráin

Skráin fyri rennikappingina leygardagin 27. mai á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1972-2000) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1962-1971) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f.1961 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2010 ella seinni) – 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2007-2009) – 450 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2004-2006) – 900 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.2000-2003) – 900 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

 
Startur vaksin í 2011    Jón Rasmussen kemu á mál 2011

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, og har kann einans gjaldast við DANKORT. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 26. mai klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.

Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í góðari tíð áðrenn start.

 
Vælnøgdir rennarar í 2011    Vibeka Sivertsen kemur á mál í 2011

Eisini ber til at eftirtilmelda seg í deildini hjá Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja, og tá er kostnaðurin kr. 80 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.

 
Startur vaksin í 2012    Sámal Júst Z. Dahl hevur mangan luttikið. Her í 2012
  

  
Magnus Henriksen í 2012    Kaffi og annað gott er altíð at fáa

Í myndasavninum hjá Treysti finnist ein røð av góðum renniminnum og -myndum frá undanfarnu 20. Føroya Bjór Renningunum 🙂