Hósdagin 25. Mai 2017 ætlar Norðoya Gongufelag sær at gera ein rimmar gongutúr. Stoksoyrið er vestasti parturin av Klaksvíkini, úr Borðoyarnesi í Klakkin
Hósdagin 25. Mai 2017 ætlar Norðoya Gongufelag sær at gera ein rimmar gongutúr. Stoksoyrið er vestasti parturin av Klaksvíkini, úr Borðoyarnesi í Klakkin
Hetta er ein góður dagur at søkja hæddirnar. Tað er Kristi Himmalferðardagur og 1. summardagur, og tað er í útivikuni og í norðoyastevnuvikuni.
Vit ynskja tí at heita á øll gongufólk, og annars øll onnur gonguáhugaði um at seta kross í álmanakkan tann 25. Mei og leggja alt annað til síðis. Hvat er meir hóskandi enn at fara í hæddirnar Kristi Himmalferðardag og eisini sum upphiting til Norðoyastevnuna. So snýtið tykkum ikki fyri hesa uppliving.
Vit fara til gongu frá vatnbrunnunum í Uppsølum kl. 10.00 og ganga eftir vatnleiðingini út á Borðoyarnes. Tað er løtt gongd uml. 1½ – 2 t. Eftir stuttan steðg á Borðoyarnesi verður gingið norð á Miðfjall. Tað er ein líðandi mótbrekka, men ikki so tung. Haðani ganga vit víðari norð á Háfjall, og har er bratt í støðum og eitt sindur avbjóðandi, men vit hjálpa hvørjum øðrum. Av Háfjalli fara vit oman á Brúnaskarð og upp á Hálgafelli og sum rosinan í pylsuendanum enda vit á Klakki.
Av Klakkinum ganga vit oman á p-plássið við vatnbrunnarnar í Uppsølum, har sjálvur bóndin í Uppistovu í Hattarvík, Símun Gullaksen stendur fyri og bjóðar suppu og te/kaffi. Arbeitt verður eisini við onkrum mentannarligum/andaligum/tónleikaligum íkasti til túrin, men hetta er ikki komið uppá pláss enn.
Túrurin er uml. 18 km til longdar og tekur væntandi uml. 7 – 8 tímar at ganga og kann gerast tungur og drúgvur.
Tey, sum ikki hætta sær at ganga allan túrin, kunnu ganga ein part av túrinum, ella sjálvi fara ein Hálsatúr, og allíkavæl verða við til hugnaløtuna við suppu og te og kaffi við vatnbrunnarnar í Uppsølum um kvøldið.
Sjálvur gongutúrurin er ókeypis. Veðrið spælir sjálvandi ein rættiliga stóran leiklut í slíkum tiltaki, og um veðrið ikki verður til vildar, so verða broytingar, so sum at túrurin kann blíva fluttur til annan dag, ella annað stað, ella at túrurin verður styttur.
Fólk verða vinarliga biðin um at fylgja við á síðuni. Tað er ikki neyðugt at tekna seg til túrin og fólk kunnu bara møta upp, eisini til suppu, smyrjibreyð og te/kaffi eftir túrin., sum kann fáast fyri 150kr. Um matpakki ynskist, kann sigast frá við SMS á tlf 217055. Síggjast í góðum lag, Kristi Himmalferðardag
Myndina eigur Petur Martin Solmunde




