Serbreytin er nýggj breyt í miðnámsskúlaskipanini, sum byrjaði á Miðnámi á Kambsdali á heysti 2015. Serbreytin er fyri næmingar við serligum tørvi, sum ikki eru førir fyri at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskipanini. Undirvísingin á serbreytini er einstaklingalagað undirvísing í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi og í sosialum og verkligum førleikum eftir OCN-skipanini.
Í sambandi við, at virksemið verður víðkað, verður søkt eftir
Einum fólki við bachelorprógvi sum lærari ella samsvarandi, helst við linjugrein í sernámsfrøði ella viðkomandi ískoytisútbúgving.
Talan er um fulltíðar starv at seta frá 1. august.
Skúlin fer at leggja dent á, at umsøkjarar fara at taka virknan lut í at menna eitt gott námsfrøðiligt skúlaumhvørvi í eini nýggjari skúlabreyt, har samstarv, nýggir arbeiðshættir og KT eru týðandi tættir.
Harumframt fer skúlin at leggja dent á, at umsøkjararnir hava kunnleika til sernámsfrøði og eru sinnaðir at ogna sær økt innlit og vitan um hetta.
Starvssetanin verður sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknin við CV, prógvum o.ø. skal sendast til:
Miðnám á Kambsdali
Dalsvegur 1, Kambsdalur,
530 Fuglafjørður,
ella sendast við telduposti til: kambsdalur@skulin.fo
og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 9. juni 2017.
Setanarsamrøður verða miðskeiðis í juni 2017.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Óla Wolles, útbúgvingarleiðara, ella t-post oli.wolles@skulin.fo
Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.




