Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serfrøðingur: Stendur millum Klaksvíking og Ormin Langa

Jákup Ósá

Magnus Norðberg hevur tveir favorittar, men vil ikki avskriva ein triðja bát, sum kann blíva jokarin í ársins 10-mannafarsróðri.

Leygardagin verður fyrsti FM róðurin í kappróðri. Hjá 10-mannaførum er stórur spenningur. Klaksvíkingur er við aftur, men við heilt nýggjari manning. Tí umborð á Klaksvíkingi sita teir, sum í fjør vunnu FM við 8-mannafarinum Nevið Reyða. Meðan fleiri av teimum, sum róðu við Klaksvíkingi og vunnu nógv FM heitir nú sita umborð á Orminum Langa. Afturat teimum eru Havnarbáturin, sum hevur staðið seg væl í fleiri róðrum seinastu árini, og Drekin Reyði, sum á hvørjum ári hevur vunnið í minsta lagi onkran róður.

Ein rógvari, ið kennir væl til kappróður og ikki minst 10-mannaførini er Magnus Norðberg. Hann hevur verið við til at vunnið ikki færri enn seks ferðir FM við Klaksvíkingi, í 2006, 2011, 2013, 2012, 2013 og 2015. Og hann kennir tvær av manningunum serliga væl. Hann var í fjør venjari hjá teimum, sum nú sita umborð á Klasvíkingi og hann hevur róð nógv saman við teimum fýra umborð á Orminum, sum fyrr hava róð við Klaksvíkingi. Norðlýsið hevur vent sær til roynda rógvaran, sum vit kalla serfrøðing í kappróðri, fyri at spyrja um hansara metingar undan fyrsta FM róðrinum í Klaksvík leygardagin.

Tekur ein steðg – men rør aftur

Fyrst spyrja vit Magnus Norðberg, hvussu tað kennist at standa uttanfyri, nú bæði Klaksvíkingur skal rógva og fleiri av hansara vinmonnum eisini umborð á øðrum bátum.

– Tað slepst ikki undan at ein brellast øgiligt, og eg hugsi, at næsta ár, so ætli eg at rógva. Eg mungi so nógv eftir kappróðri, at eg royni at halda meg burtur. Ikki ganga uppií og ikki hyggja ov nógv út á vánna, tá manningarnar venja. Man sær, at menn sum eru 45-50 ár ella nær við tað rógva framvegis, og tað gevur einum mót uppá at rógva. Teir eru minst líka væl fyri nú á maskinunum sum fyrr. Fyrr hevði man givist í mínum aldri, men eg havi mót uppá at rógva meir, so tað síðsta hava vit vónandi ikki sæð av mær. Men eg havi eisini ein skaða í rygginum, sum eg má fáa burtur, sigur Magnus Norðberg við Norðlýsið.

Magnus Norðberg um Klaksvíking:

Klaksvíking kenni eg frá í fjør, tá eg var venjari hjá teimum í øðrum bátastøddum. Teir koyra eftir sama konseptið. Teir eru ein øgiliga væl smurd maskina. Kappróður er alt hjá teimum, og tá hevur tú best fortreytir. Tað er ein manning uttan høvdingar. Har sum eg havi róð, har hava mangan verið nógvir høvdingar, nógvir sum vilja vera hoyrdir og hava eina meining um tingini, og so er ein togtogan um at fáa sítt ígjøgnum. Hesir eru so mikið nýggir í kappróðri, at teir hava bara valt at tikið alt fyri fult, ið er blivið sagt við teir. So teir eru av bestu soldatum, og tað kann blíva ein stórur fyrimunur. Teir eru svangir og tað seinasta allir umborð gjørdu í fjør var at lyfta eitt FM steyp. So hóast teir eru ungir, so eru teir ikki ókendir við tað at skula vinna.

Um Ormin Langa:

Umborð á Orminum Langa sita fýra rógvarar umborð, sum hava róð við Klaksvíkingi. Fleiri av teimum eru í góðari venjing, meðan onkur kanska er eitt sindur rustaður. Annars eru fleiri sum hava royndir frá Orminum Langa í fjør, men eisini onkur heilt nýggjur. Eg veit, at teir hava ikki havt ta tíðina í bátinum, sum teir høvdu ynskt. So teir detta ikki niður við høvdinum um teir tapa á Norðoyastevnu. Eg trúgvi, at hatta er ein manning, sum tekur tað besta við frá Norðoyastevnu og blívur ein sterkari manning til næstu stevnu.

Um Drekan Reyða:

Drekin Reyði er ein nýggj manning, har nakrir fáir hava róð við 10 mannaførum fyrr. Eg trúgvi at sleppa teir á heiðursmerkjapallin, so vera teir glaðir. Men teir hava royndir í felagnum og menn, ið vita, hvat skal til, so kann tað eisini vera ein manning, sum bara blívur betri og betri. Ein manning sum kann arga nógv á ólavsøku og kanska onkrari stevnu áðrenn. Men eg vænti ikki, at Drekin Reyði verður vinnarabátur fyrstu stevnurnar.

Um Havnarbátin:

Umborð á Havnarbáturin er áleið sama manning sum í fjør, har tað er ein blandað manning millum eldri mans, ið hava ordiliga góðan hug til kappróður og nærum hava funnið sín ungdóm aftur, og so nakrar mans, ið eru við fyri at vinna. So kann hetta vera ein jokari, sum vit ikki hava sæð til nakað ódnartak. Eg havi tosað við onkran sum hevur sæð teir róð, og har er altso ferð á tí bátinum. So tað er ein jokari, sum eg dugi illað at meta um. Hann kann vera aftast, men hann kann eisini vera fremst.

Um skiftið frá 8-mannaførum til 10-mannafør:

Tey allarflestu skiftini frá 8-mannaførum og til 10-mannafør hava ikki riggað væl. Báturin er annarleiðis. Hann krevur eitt sindur meira av styrki í mun til, at tú koyrir bara uppá tempo og førleika. Her skalt tú vera eitt sindur snildari. Tú skalt hava ein øgiliga góðan teknikk og eina rytmu. Bara ein maður fer út av lagi, so fer alt út av lagi, og tað tekur fleiri tøk at fáa tað uppá pláss aftur. Plaseringin av monnunum hevur nógv at siga, tí báturin má ikki vera skeivur, so hann bremsar. So har er nógv meir at hugsa um. Tað er eitt størri far, árarnar eru tað longri og báturin meira følsamur yvir, hvussu man situr og setur á. Eg veit, at teir umborð á Klaksvíkingi hava havt risa trupulleikar í byrjanini. Báturin gekk ongan veg og onkur av teimum fyrrverandi rógvarunum umborð á Klaksvíkingi segði fyri tíð síðani, at hann endaði nummar sjokk við hetta lag. Teir hava sjálvir eisini verið eftir okkum, sum hava róð við Klaksvíkingi fyrr, fyri at fáa okkum at hjálpa o.s.v. Eg ynskti ikki at brúka tíð uppá kappróður í ár, men tá teir ringja, so kann ein ikki lata vera. So tá hava vit broytt eitt sindur uppá samansetingina m.a. við at koyra meira tyngd fram í bátin. Nú vísir tað seg at rigga, og teir hava eisini fingið nógva hjálp frá øðrum fyrrverandi rógvarum umborð á Klaksvíkingi, ið eru umborð javnan og hjálpa at fáa tað at rigga. Nú sær tað út til, at har er eitt ella annað, sum kann boða frá onkrum heilt góðum. Tað hevur tikið sína tíð og eg trúgvi, at tað er kanska bara ein vika síðani, at tað ordiliga sat. So tað hevur kanska tikið eini 8 vikur at fáa ferðina á bátin, sum hann hevur nú. Men tað er ikki óvanligt, vit hava eisini havt trupulleikar fyrr áðrenn Norðoyastevnu og ikki fingið tað at sitið fyrr enn stutt áðrenn. Kanska hevur tað eisini nakað at gera við veðrið, har man fær meira tíð at venja á einum sløttum sjógvi.

Klaksvíkingur vinnur á Norðoyastevnu – Ormurin Langi vinnur FM

Um veðrið verður sum fyrr í hesi vikuni t.v.s. logn, so kann tað vera avgerandi, um bara ein rógvari umborð á onkrum báti fer út av rytmu ella á skeivar tankar. Her ræður um at halda høvdið kalt og hava best teknikk, long tøk og kreftir eftir til endaspurtin. Tempo má ikki blíva ov týtt. Tað kann vera at Havnarbáturin hevur týtt tøk, tað riggaði væl hjá teimum í fjør. Eru teir komnir væl framum hinar bátarnar sum rógva seigan, so verður trupult at fanga teir aftur. Men eg trúgvi, at tann sum hevur tann seigasta, vakrasta róðurin fer at vinna, og har veit eg, at Klaksvíkingur rør øgiliga vakurt. Klaksvíkingur er í mínari verð favorittur at vinna á Norðoyastevnu. Ormurin Langi verður nummar 2 og so er Havnarbáturin jokarin, sum kann enda bæði nr. 3 og 1. Eg veit, at Ormurin Langi og Klaksvíkingur hava góðar manningar, men eg eri ræðuliga spentur uppá Havnarbátin. Eg giti, at Drekin Reyði fer ikki at gera seg galdandi tær fyrstu stevnurnar, men tað kann endurvendast heilt annarleiðis.

Tann sum hava lættast til FM er Ormurin Langi. Um teir sleppa nøkunlunda uttan trupulleikar við skaðum og øllum praktiskum avbjóðingum, nú fleiri búgva í Klaksvík. Tí teir hava fýra mans, ið bara hava vunnið við 10-mannafari. Men um Klaksvíkingur ger alt rætt, so kann hann tað sama vinna. Eg eri spentur uppá fyrstu stevnu, men eg haldi ikki, at hon kemur at vísa, hvussu restin av kappingini kemur at síggja út. Næsta stevna kemur meir at siga, hvør er favoritturin. Tá hevur m.a, Ormurin Langi havt meir tíð saman. Teir hava bara verið nakrar fáar ferðir saman í bátinum áðrenn Norðoyastevnu við fullari manning. Teir skuldu møguliga hava fimta mannin við royndum frá Klaksvíkingi, men so bleiv hann skaddur og kundi ikki. So bleiv tað ein, sum ikki hevur róð í longri tíð, so tað bleiv knapt. Fáa teir stabilitet, so vænti eg teir hava besta møguleikan at vinna FM. Men gera teir ikki tað, so hevur Klaksvíkingur allan stabilitetin. Teir eru allir her norðuri frá og sleppa frá at reisa, hava bestu vánna at venja í, besta bátin og eina væl samansjóðaða manning. Umborð á Ormurin Langa vita teir akkurat, hvat teir skulu hava. Hendan manningin hjá Klaksvíkingi má royna seg fram í størri mun fyri at vita, hvat riggar hjá teimum. Teir eru meir søkjandi, og tað situr ikki líka skjótt. Men fyrimunurin hjá Klaksvíkingi er, at teir flestu rógva triðja árið á rað uttan steðg. Teir hava ein øgiliga góðan fyskiskan form. Fyrimunurin hjá Orminum Langa er, at teir hava nakrar mans, sum hava í beininum at vinna og bara vinna er gott nokk.

Einki sjokk

Vit spyrja Magnus, um tað kann blíva eitt sjokk fyri Klaksvíking á Norðoyastevnu, nú teir fyri fyrstu ferð kappast hjá 10-mannaførum, har fleiri av mótstøðumonnunum hava drúgvar royndir.

– Teir eru øgiliga væl fyrireikaðir umborð á Klaksvíkingi og teir hava uppskriftina. Teir hava fysikkin, teknikkin, góðan bát, allar áskoðararnar á heimasjógvi og hava fingið øll tey bestu ráðini, hvørjar tankar ein skal hava umborð. Tað sum kann kiksa hjá teimum er tað mentala. Tað kann vera, at teir møta eini mótstøðu, sum teir ikki høvdu væntað og ikki duga at takla. So kann tað mentala spæla inn, sum tað onkuntíð ger, tá royndirnar ikki eru so nógvar.

Hvørjum heldur Magnus við?

Hatta er svert at svara uppá. Eg hevði ynskt, at teir gomlu, sum eg havi róð saman við róðu við Klaksvíkingi/Nólsoyar Páll kanska saman við mær sum vit tosaðu um á jólum, so segði tað seg sjálvt, at vit skuldu vinna. Men samstundis eru teir umborð á Klaksvíkingi mínir dreingir. Tað, sum teir gera og koyra eftir, er tað, sum eg havi lagt í teir. So hatta er eitt lítið sindur mítt projekt. Hatta er ringt hjá mær at taka dagar ímillum. Eg kann ikki sleppa undan, at eg føli meg meir at sita saman við teimum gomlu, tí eg veit hvat teir gera og hvat teir føla. Eg føli meg kanska eitt sindur meir sum ein part av teimum, tí eg havi sitið og sveittað og gráti saman við teimum fyrr, meðan hjá hinum havi eg meira verið venjarin. So eg dugi illa at siga. Hjartað sigur kanska eitt sindur meira teir gomlu, men at teir sita í einum bláum báti og at eg skal rópa á ein annan bát havi eg tað ringt við. Eg havi hug at rópa á Klaksvíking, men hyggja eftir Orminum Langa. So eg veit ikki, hvussu eg skal svara uppá spurningin. Eg veit ikki, hvussu eg fari at reagera. Nærmastu vinmenn sita umborð á eina bátinum og samstundis sita teir, sum eg havi uppdrigið í tí bátinum, sum eg faktisk ætli mær at rógva við. Eg rógvi jú ikki við nøkrum øðrum enn Klaksvíkar Róðrarfelag. Tað havi eg langt síðani sett mær fyri at tað verður tað ikki. Tað kann vera, at eitt ella annað innast inni, sum eg ikki veit beint nú, kemur fram, tá endaspurturin byrjar, sigur Magnus Norðberg at enda við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl