Myndin vísir gott veður um alt Vesturevropa. Føroyar liggja á markinum til tað góða hátrýstøkið sunnan fyri okkum. Luftin sum streymur til okkara í dag, stavar úr miðjum Evropa.
Hugaligt er at hyggja eftir veðurstøðum Landsverks í morgun. Vindferðin er bert 1-3 m/s inni í Dølum og 9-14 m/s á Norðsdalsskarði – turt allastaðni uttan á Høgareyni og í Vágum, og hitin liggur ímillum 11 og 14 stig.
Tað er eitt sindur ymiskt lokalt, men hyggja vit eftir øllum økinum kring Føroyar, er kemur vindurin úr lágum útsynningi, vindferðin er um 8 m/s. Eingi brúgvaløg við regni eru yvir okkum, so avfallið vestanfyri er komið, tí slavna luftin er tvungin uppeftir av fjøllunum, so er hon kølnað og mettað, og so detta dropar niður.
Nú eru bert tveir dagar til Norðoyastevnu, so óvissan í forsøgnunum, hvussu veðrið fer at skikkað sær, er minni enn hon var týsdagin.
Í dag er ættin lágur útsynningur, sum seinni fer niður í sunnan. Vindferðin allan dag ímillum 5 og 10 m/s. Loftið verður sum nú: skýggjað og sólglottar – alt velst um, hvussu ættin er á staðnum, ein er. Hitin í dag liggur um 11 til 15 stig.
Í morgin verður eisini lítil vindur, 3 til 8 m/s, úr suðuri og landsynningi. Skýggjað og/ella turt allastaðni, har ættin er góð. Luftin, sum rekur inn yvir Føroyar í morgin stavar úr miðjum Evropa, so hon er nokkso heit. Ávegis til okkara kølnar hon eitt sindur, men har sum tað ikki verður toka ella skýggjað veður í morgin, fer at sera lýtt.
Leygardagin skal eitt brúgvalag við heilt fitt av regni fyrst framvið, eftir tað er gott veður aftur. Her hava forsagnirnar verið eitt sindur ymiskar, nær brúgvalagið fer fram við Føroyum. Í løtuni sær tað út til at tað er farið framvið longu nakrar tímar eftir midnátt. Um so er, verður turt út á leygarmorgunin fram ímóti middegi. Vindferðin leygardagin fer at liggja um 5 til 8 m/s – ættin fer úr suðuri og upp í norðan. Enn vil eg ikki siga, nær ættin skiftir.
Sunnudagin er ættin norðan allan dagin – vindferðin ímillum 3 og 8 m/s. Hitin sunnudagin kvinkast nøkur stig niðureftir aftur.
Eitt sindur ivasamt enn – serliga um júst nær ættin skiftir, og nær tað regnar ella ikki.
Vit royna aftur í morgin.




