Vøllurin við Løkin í Runavík er blivin vøllurin, har KÍ trívist klárt ringast.
Vøllurin við Løkin í Runavík er blivin vøllurin, har KÍ trívist klárt ringast.
Í 2015 spældi KÍ 12 teir seinastu útidystirnir, har tað bara var móti NSÍ í Runavík eina landskappingardystin, at KÍ ikki skoraði nakað mál.
Í 2016 spældi KÍ tilsamans 16 útidystir, um vit telja steypafinaluna uppí. Av hesum fór KÍ bara tvær ferðir av vøllinum uttan at skora – báðar ferðirnar móti NSÍ í Runavík.
Higartil í 2017 hevur KÍ spælt 7 útidystir. Av hesum hevur KÍ bara einaferð ikki skorað mál – móti NSÍ í Runavík.
Tilsamans hevur tað hesa úrtøkuna:
Seinastu 35 útidystirnar:
KÍ skorað mál: 31 dystir:
KÍ ikki skorað mál: 4 dystir
Dystir sum KÍ ikki hevur skorað mál hesar seinastu 35 útidystirnar:
2015: NSÍ-KÍ 3-0
2016: NSÍ-KÍ 0-0
2016: NSÍ-KÍ 2-0
2017: NSÍ-KÍ 3-0
Ikki vunnið seinastu 8 dystirnar í Runavík
Seinastu úrslitini hjá KÍ í lands- og steypakapping í Runavík eru hesi:
2017: NSÍ-KÍ 3-0 (steypakapping)
2016: NSÍ-KÍ 2-0
2016: NSÍ-KÍ 0-0 (steypakapping)
2015: NSÍ-KÍ 4-1
2015: NSÍ-KÍ 3-0
2014: NSÍ-KÍ 2-0
2014: NSÍ-KÍ 1-1
2013: NSÍ-KÍ 4-3
Seinastu 8 dystirnar hjá KÍ í Runavík:
KÍ vunnið: 0
Javnleikur: 2
NSÍ vunnið: 6
Málúrtøka: 19-5 til NSÍ




