Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin fekk leikbann til steypafinaluna

Jákup Ósá

Líkt er til, at B36 og NSÍ vera fullmannað til steypafinaluna síðst í august.

18 leikarar vóru á markinum til at fáa leikbann í steypafinaluni, tí teir bara manglaðu eitt gult kort fyri at fáa leikbann. Tað blivu B36 og NSÍ, sum komu í finaluna. Fýra leikarar hjá B36 og fimm hjá NSÍ vóru á markinum undan dystinum. Men eingin teirra hevur leikbann til steypafinaluna vegna gul kort. Einu løtuna sá út til, at B36 skuldi spæla steypafinaluna uttan toppskjúttan Patrik Johannesen, sum fekk gult kort. Men seinni í dystinum fekk hann sítt seinna gula kort og harvið reytt og tað merkir, at hann skal sita yvir í landskappingardystinum mánakvøldið móti NSÍ ístaðin.

Tað einasta sum kann gera, at onkur fær leikbann í finaluni nú er, um leikarar fáa reytt kort áðrenn steypafinaluna, tí reyð kort í landskappingini eru eisini galdandi í steypakappingini.