Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Størsta hending nakrantíð sum B36 viðhaldsmaður

Jákup Ósá

Fólk grótu og stemningurin var betri enn til nakað meistaraheitið, heldur Jákup Mørk.

Tað sigur Jákup Mørk, sum greiðir frá ótrúliga dystinum í gjár sum B36 viðhaldsmaður.

Tað sá svart út hjá B36, tá HB javnaði til 1-1 í hálvfinaluni við 11 leikarum móti teimum 9 hjá B36. Longd leiktíð skuldi til og alt lá í hondunum á HB. HB kom eisini heilt skjótt á odda í longdu leiktíðini og nú skuldu teir 9 hjá B36 skora fyri at koma víðari. Róaldur Jakobsen gjørdist hetjan, tá hann skoraði fyrst eitt framúr fríspark og síðani við einum skoti frá egnari hálvu.

Størsta einstaka hending

Ein B36 viðhaldsmaður sum hevur fylt liðnum í nógv ár er Jákup Mørk. Hann heldur, at hetta var minniligasti dysturin í søguni hjá B36 og samstundis størsta skommin hjá HB, tá vit spyrja um teir spurningarnar.

– Hetta er dysturin, sum kemur at standa ovast í minninum frá nú av.Tað ber ikki til at sammeta ein einstakan dyst við tað at vinna FM. Men sum einstøk hending er hetta avgjørt tað størsta. Eisini størri enn at vinna 6-0, sum vit gjørdu í 2006. Samstundis haldi eg, at hetta var størsta skommin í HB søguni. Tí at hetta var so ótrúligt og ómøguligt, har B36 spældi við 9 móti 11 í næstan ein tíma. Tað eigur ikki at vera møguligt. Tá tað var 1-0, so væntaðu eg kanska at tað fór at halda allan vegin, tí HB vísti lítið. Tá so HB kom á odda 2-1, so hugsaði eg kanska um at fara til hús, men eg segði nei, eg skal hyggja allan dystin og so hendi hetta. Stemningurin í B36 var betri, enn tá felagið vann FM og fólk grótu, sigur Jákup Mørk. Hann sigur, at í B36 hava tey nú roynt bæði tað besta og ringasta hetta kappingarárið, tí fyrr í ár førdi B36 2-0 í Trongisvági móti TB/FC Suðuroy/Royn og tapti síðani 3-2.

NSÍ dysturin eyka trupul nú

At enda spyrja vit, um hesin dysturin ikki ger tað eyka trupult fyri B36 til útidystin móti NSÍ mánakvøldið.

– Frammanundan er NSÍ dysturin ein trupul útidystur. Men nú gera umstøðurnar, at hann blívur fleiri prosent truplari. 120 strævnir minuttir umframt tvey leikbann til tveir fysiskt sterkar leikarar ger tað trupult, sigur Jákup Mørk um dystin mánakvøldið.

Harleywoodpaint