Ein áhugabólkur heitur í hesum døgum á fólk um at luttaka á mótmælistiltaki í Tórshavn mánadagin í sambandi við at málið um fiskivinnunýskipan kemur fyri løgtingi
Heitt verður hervið á familju, vinir og øll sum stuðla fiskivinnuni í hesum døgum. Mánadagin verður mótmælistiltak í Tórshavn. Tiltakið verður í klubbagarðinum og í Shanghai matstovuni. Vit hava brúk fyri tykkum øllum til eitt friðarligt tiltak sum verður samstundis sum viðgerðin av uppskotinum um fiskivinnunýskipan fer fram. Byrjað verður kl. 09.00.
Vinarliga kom við og vís tín stuðul.




