Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magnus Michalsen: Vit hava nógv at betra um

Jákup Ósá

Bátsformaðurin umborð á Klaksvíkingi sigur, at teir høvdu væntað at vunnið á Norðoyastevnu, men ikki so sannførandi sum tað bleiv. Men hann staðfestir samstundis, at hetta var ikki tað besta, ið vit sóu frá ungu manningini á Klaksvíkingi.

Tað er helst ein av yngstu vinnandi bátunum hjá 10-mannaførunum í longri tíð, sum vann á Norðoyastevnu. Miðalaldurin er 20 ár umborð á Klaksvíkingi og tað er ikki vanligt, at vit síggja so unga manning vinna hjá 10-mannaførum, sum ofta er kappingin, har menn toppa í einum nógv hægri aldri, tá royndirnar eru størri og kreftirnar kanska meir.

Magnus Michalsen er bátsformaður umborð á Klaksvíkingi og hann fegnast um sigurin á Norðoyastevnu.

Kenslan er góð. Ein serlig kensla og tað merkist millum fólk. Vit ru ein nýggja manning í 10-mannaførunum og hetta var triði sigurin hjá Klaksvíkingi síðani 1970. Vit høvdu væntað at vunnið við hálvari bátslongd, men vit vunnu við einari og einari hálvari bátslongd. Vit vunnu okkum eina hálva bátslongd framum beinanvegin og fóru so frá hinum allan vegin. Taktikkurin var at fara framum beinanvegin í startinum og halda tað og kanska fara frá, tí vit vita, at vit eru rættuliga sterkir í endaspurtinum, segði Magnus við Norðlýsið beint eftir róðurin.

– Tað var eitt sindur rokaligt at rógva og rullaði eitt sindur. Eitt sindur av vindi, men tað var undan, so tað bilti ikki, tí annars var gott veður. Fyrstu tøkini í startinum kiksaðu eitt sindur, segði hann.

Vit hava ting at arbeiða við

– Tað hevur gingið betri til onkra venjing og vit hava nógv at betra um enn. M.a. skulu vit vera róligari umborð. Tað gingu fýra vikur til vit fingu tað at sita og síðani er tað blivi betri og betri. So skiftið frá 8-mannafar til 10-mannafar hevur havt sínar avbjóðingar, segði bátsformaðurin.

Hann heldur, at tað kann nógv broytast til næstu stevnu, tí tríggjar vikur eru fram til tá.

– Tað kann broyta nógv. Hinir bátarnir kunnu koma framum. Eg veit, at hinir hava ikki vant so nógv úti sum vit hava gjørt, men vit hava eisini nógv at betra um. Vit ætla at halda hendan munin, men vit eru fyrireikaðir uppá harða kapping, segði Magnus Michalsen við Norðlýsið.