Rigmor Dam, landsstýriskvinnaí mentamálum, hevur gjørt av at seta Anniku Smith í starvið sum stjóri á FøroyaLandsbókasavni frá 1. august 2017 at rokna.
Annika Smith er 53 áragomul og er útbúgvin bókavørður frá Danmarks Biblioteksskole í 1996 ogcand.scient.bibl. frá Keypmannahavnar Universiteti í 2016.
Eftir lokna útbúgving í1996 flutti hon heimaftur til Føroya, og hevur starvast sum bókavørður síðanitá. Eitt ár á Býarbókasavninum í Tórshavn og síðani á Landsbókasavninum.
Seinastu 5 árini hevurAnnika Smith starvast sum 1. bókavørður á Landsbókasavninum og verið partur avleiðsluni har.




