Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóhan T. Davidsen fingið summarfrí

Jákup Ósá

Liðskiparin hjá HB skal ikki spæla landskappingardyst aftur fyrr enn á ólavsøku móti KÍ.

Tað var í dramatiska hálvfinaludystinum í steypakappingini, at Jóhan T. Davidsen misti tamarhaldið á sær sjálvum eftir dystin. Sum skilst fór peikipingurin inn móti kjálkanum á dómaranum Dagfinni Forná, og hetta hevur FSF sæð álvarsamt uppí. Tí sambært in.fo, so hevur Jóhan fingið eitt leikbann í seks dystir. Tað merkir, at hann skal ikki spæla aftur fyrr enn á ólavsøku, tá HB og KÍ bresta saman á ovara vølli í Gundadali.

Liðskiparin hjá HB verður ikki við í dystunum móti 07 Vestur, B36, Skála, TB/FC Suðuroy/Royn og EB/Streymi. Frammanundan hevur hann sitið yvir móti ÍF.