Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit burdu keypt Poul Michelsen eina suttu

Norðlýsið

Jenis av Rana var enn ein løgtingsmaður í røðini, sum hevur trupulleikar av, at landsstýrismaðurin Poul Michelsen á fremsta bonki tosar so hart úr salinum frá fremsta bonki.

Tað kemur oftari og oftari fyri, at løgtingsfólk hava viðmerkingar til landsstýrismannin og formannin í Framsókn, Poul Michelsen, sum eftir øllum at døma hevur trupult við at geva løgtingsfólkum frið til at tosa frá talarstólinum. – Eg haldi, at vit skulu keypa eina suttu til landsstýrismannin og formannin í Framsókn, so vit fáa frið at tosa frá talarastólinum, segði Jenis av Rana m.a. í síni røðu fyrr í morgun.

Tað segði hann undir viðgerðini av, at ávís matvøruframleiðsla til heimamarknaðin skal vera undantikin frá vanligu reglunum um løggilding ella skráseting.