Á hvítusunnu, sum er í døgunum 2. – 5. juni, bjóðar Betesda til samfelagsstevnu í Klaksvík.
Samkoman í Betesda skipar annað hvørt ár fyri samfelagsstevnuni, og liggur hon altíð á hvítusunnu. Annað hvørt ár, eru tað samkomurnar kring skálafjørðin, sum skipa fyri stevnuni.
Samfelagsstevnan plaga at verða sera væl vita, og plaga gestir úr øllum landinum at koma til stevnuna.
Samfelagsstevnan byrjar fríggjakvøldi 2. juni kl. 20 í Betesda, og heldur áfram í Badmintonhøllini leygarmorgun kl. 19.
Samkoman í Betesda bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum.
Skráin á stevnuni er hendan:
Fríggjadagin 2. juni
Kl. 20:00 bønarmøti í Betesda
Kl. 22:00 opið hús
Hereftir verða øll møtini í Badmintonhøllini
Leygardag 3. juni
Kl. 19:00 evangeliskt møti
Kl. 21:00 opið hús
Sunnudag 4. juni
Kl. 10:00 breyðbróting
Kl. 12:30 sunnudagsskúli
Kl. 16:00 uppbyggingarmøti
Kl. 19:00 evangeliskt møti
Mánadag 5. juni
Kl. 11:00 Sangløta
Kl. 16:00 uppbyggingarmøti
Ímillum hesi møtini er nátturði í høllini
Kl. 19:00 evangeliskt møti




