Hetta er tíðin tá snellubátarnir við íslandsloyvi fara vestur um hav at royna. Túrarnir á íslandsmiðjunum hava ofta verið gott ískoytið hjá útróðrarbátunum um summari, tá fiskiskapurin við línu ofta er slakur.
Í kvøld fór so fyrsti útróðrarbáturin avstað við kós móti Reynsfjarðadýpinum við Ísland, tað var Norðsøki.
Eyðólvur Vang, skipari sigur, at teir eru fimm mans við og at teir plaga at royna úr Reynsfjarðardýpnum í Berifjarðardýpið. Fyri tað mesta plagar veiðan at vera upsi, men ofta er eitt gott ísloyti eisini toskur. Vit hava stóra toskakvotu, men toskurin er ikki so nemmur at fáa við snelluni.
Fimm mans eru við Norðsøka. Vanliga plaga teir at royna í 10 dagar, áðrenn teir fara at sigla heim aftur. Men onkuntíð hava teir tó landað fyrra túrin í Íslandi. Norðsøki hevur kvotu til tveir túrar.
Líðhamar hevur eisini gjørt klárt at fara, og tað man ikki fara at ganga leingi til teir eisini venda stevninum vestureftir.




