Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ styrkti um sína støðu í oddastríðnum

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) Í einum rótutum dysti á Tórsvølli eydnaðist tað KÍ at vinna móti Skála. KÍ fekk tvey skjót mál og tey vístu seg at blíva avgerandi.

KÍ spældi í einari 3-4-3 leikskipan. Mest óvæntað var tað kanska, at Jákup B. Andreasen byrjaði sum vinstri miðverji. Hjá Skála vóru hvørki Brian Jacobsen ella Ólavur Mikkelsen at síggja í uppstillingini. Gott 500 gjaldandi áskoðarar vóru til dystin og tað er nakað meir enn Skála hevði til sín heimadyst móti KÍ í fjør. Líkindini vóru frálík at spæla á Tórsvølli.

Alt fór inn í fyrra hálvleiki

Talan bleiv um eina løgna byrjan. KÍ var á odda 2-0 eftir 7 minuttum. Fyrst skallaði Albert Adu hornasparksinnlegg frá Dion Splidt í málið, áðrenn Skála leikari gjørdi sjálvmál eftir innlegg frá Ísak Simonsen. KÍ sá út til at hava fult tamarhald á dystinum, men í 19. minutti fekk Skála minkað um munin. Vánaligt verjuspæl gjørdi, at bólturin kom at liggja væl til rættis hjá Michal Przbylski og hann smekkaði bóltin í málið. Hetta vóru einastu veruligu møguleikarnir í fyrra hálvleiki, so hóast trý mál komu, so var tað ikki ein hálvleikur við nógvum mál møguleikum.

Undirhald og spenningur móti endanum

Fyrri partur av seinna hálvleiki líktist fyrra hálvleiki. Liðini høvdu trupult við at skapa møguleikar. Skála lat KÍ hava bóltin. Men seinna part av hálvleikinum fór Skála at satsa meir frameftir. Tað gjørdi undirhaldið størri. Skála kundi javnað einaferð, tá hornasparsinnlegg endaði við, at Skála leikari slapp at skalla móti móti málinum, men hann skallaði beint á Kristian Joensen. Hóast Skála royndi og onkrar vandastøður vóru í KÍ brotssteiginum, so megnaði KÍ í stóran mun at halda teimum burtur frá stórum mál møguleikum. Seinastu løtuna kundi KÍ havt fingið okkurt mál afturat, har serliga Dion Splidt, sum var millum bestu leikararnar á vøllinum, var vandamikil. Tað kom tó einki mál afturat og endaliga úrslitið gjørdist 2-1 til KÍ.

KÍ má arbeiða hart fyri sigrunum

At halda við KÍ í ár er neyvan gott fyri nervar og blóðtrýst. Tí hóast KÍ hevur fingið nógv stig og vunnið nógvar dystir, so er eingin sigur komin til høldar so mikið trygt, at bláa áskoðarafjøldin ann kenna seg trygg seinastu løtuna. 5 av 7 sigrum eru vunnir við einum máli, meðan avgerandi máli í hinum báðum dystunum kom í yvirtíðini. Tvær ferðir misti KÍ móti endanum av dystum, men seinastu tíðina hevur tað hildið heim. KÍ má við øðrum orðum stríðast hart fyri at fáa sigrarnar. Álopsspælið koyrir ikki optimalt og fleiri av álopsleikarunum hava tað trupult fyri tíðina. Við málinum hesaferð er Albert Adu toppskjútti hjá KÍ við 4 málum. Hinvegin er tað verjuspælið, sum skaffar KÍ stigini. Og har eru allir leikarar viðvirkandi, tí hóast álopsleikararnir hava tað trupult í álopsspælinum, so stríðast teir væl í verjustøðu. KÍ hevur við sigrinum 25 stig fyri 11 dystir og hevur styrkt sína støðu í oddastríðnum, har serliga Víkingur og NSÍ eisini spæla við.