KÍ hevur tryggjað sær undirskriftina hjá málverjanum, sum í ár hevur latið fæst mál inn í Effodeildini og sum í fjør var valdur til ársins málverja í Effodeildini.
KÍ hevur tryggjað sær undirskriftina hjá málverjanum, sum í ár hevur latið fæst mál inn í Effodeildini og sum í fjør var valdur til ársins málverja í Effodeildini.
Tummas Lervig, formaður í KÍ, og Kristian Joensen undirskrivaðu nýggjan 2-ára sáttmála á loftinum í KÍ høllini í dag. Tað merkir, at Kristian hevur sáttmála fram til og við kappingarárið 2019.
– Vit hava veri sera væl nøgdir við Kristian og tí kunnu vit fegnast um, at hava fingið hansara sáttmála uppá pláss fyri komandi árini, sigur Tummas Lervig.
Eisini Kristian Joensen var væl nøgdur.
– Eg trívist væl í KÍ og havi møguleikar at mennast. Og tað telur tað eisini upp, at tað gongur væl í felagnum og á vøllinum. Tíðin hjá mær higartil í KÍ hevur verið góð har eg, eins og liðið, havi ment meg. Men tað er framvegis langur vegur eftir, tí vit vilja gjarna vera eitt topplið, sigur Kristian Joensen.
Arbeiða hart við at betra um álopsspælið
Málverjin hjá KÍ, sum í sínum 10 dystum hevur latið 8 mál inn í landskappingini, heldur, at verjuspælið í ár er á góðari leið, meðan pláss er fyri menning, tá KÍ hevur bóltin.
– Í løtuni arbeiða við øgiliga nógv við tí partinum, har vit hava bóltin. Verjuparturin hevur sæð gott út bæði í fjør og higartil í ár. Verjuspælið kann betrast, men tað er serliga parturin tá vit hava bóltin, at vit skulu leggja mest uppá. Um vit hyggja eftir úrslitunum, so hevur tað verið fínasta slag í ár og góðtikið. Men vit føla, at summar dystir eru vit ikki heilt nøgdir við spælið. So vit eru allatíðina motiveraðir til at gera tað betri næsta dyst. Tað er størri potentiali í liðnum enn vit hava sæð, sigur Kristian sum væntar eina spennandi kapping í ár. – Kappingin í ár verður øgiliga jøvn. Tað verður kanska sum í fjør, har heilt fá stig skilja liðini í toppinum. Í løtuni er eitt gott boð, at KÍ, Víkingur og NSÍ fara at kappast, men so er spurningurin, um annað av Havnarliðunum ikki fer at blanda seg uppí eisini, sigur Kristian Joensen.




