Søkt verður eftir einum skrivstovufólki í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2017 til 31. juli 2018.
Vinnustovnurin er skipaður sum stovnur undir Vinnumálaráðnum. 27 fólk starvast á Vinnustovninum.
Tín førleiki:
Vit vænta at tú hevur:
- skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting
- royndir við journalisering
- royndir innan bókhald, Navision & FSL (Fíggjarskipan Landsins)
- góðan kunnleika til føroyska, danska og enska málið
- góðan telduførleika
- góð samstarvsevni og ert fyrikomandi
- evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málsøkin
Tínar arbeiðsuppgávur:
Arbeiðið fevnir um alt vanligt skrivstovuarbeiði, telefonavgreiðslu, innkeyp, journal og bókhald, umframt aðrar uppgávur fyri stjóra, ráðgevar og fulltrúar.
Løn- og setanartreytir:
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknarfreist: 16. juni
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo




