Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lærari í fronskum til Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali søkir eftir lærara at undirvísa í fronskum.

Arbeiðsuppgávur

  • undirvísa í lærugreinini
  • leggja til rættis undirvísingargongdir
  • luttaka í toymisarbeiði
  • vera við í ráðlegging skúlans
  • luttaka í verkætlanum, sum skúlin skipar fyri

Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi
  • hevur áhuga í undirvísing
  • dugir væl at samstarva og samskifta
  • vilt vera við at menna skúlan
  • ikki ræðist nýggjar avbjóðingar

Vit kunnu m.a. bjóða

  • eitt fakligt mennandi umhvørvi
  • góðar arbeiðsumstøður
  • ein spennandi og lívligan gerandisdag

Umsóknarfreist: 16. juni

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo