Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útselt á Tórsvølli fríggjakvøldið

Jákup Ósá

Føroyska A-landsliðið skal enn einaferð spæla frammanfyri einum fullsettum Tórsvølli.

Tað er blivið ein vani seinastu árini, at Tórsvøllur er fullur av fólki, tá A-landsliðið spælir. Flestu dystirnir seinastu árini hava verið útseldir. Soleiðis verður eisini fríggjakvøldið, tá Sveis vitjar. Á heimasíðuni hjá FSF ber ikki longur til at keypa atgongumerkir, tí tað verður boðað frá, at tað er útselt.
Landsliðshópurin fyrireikar seg á Tórsvølli í hesum døgum. Uppgávan er ein av teimum stóru, tí Sveis hevur fingið góð úrslit seinastu tíðina. M.a. við at hava vunnið á europameistarunum úr Portugal í hesum bólkaspælinum. Sveis liggur á odda í bólkinum við fullum stigatali. Myndin er tikin frá venjingini í morgun. 
Mynd: Fótbóltssamband Føroyar