Kendi advokaturin, Jógvan Páll Lassen, sigur at Høgni Hoydal kann ikki skjóta seg undir ikki at hava sæð teldupostin frá VØRN.
Kendi advokaturin, Jógvan Páll Lassen, sigur at Høgni Hoydal kann ikki skjóta seg undir ikki at hava sæð teldupostin frá VØRN.
Jógvan Páll Lassen, advokatur, sigur at landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum kann undir ongum umstøðum skjóta seg inn undir ikki at hava sæð ella lisið teldupostin frá VØRN.
– Tað er eingin ivi um at tá ið ein slíkur teldupostur er komin fram til adressuna, so bindur tað Høgna Hoydal, sjálvt um hann sigur seg ikki hava lisið teldupostin. Ein slík fráboðan er bindandi, tá ið hon er komin fram.
– Um landsstýrismaðurin hevur framt álvarsligt brot á stýrislógina, velst um hvørt Høgni tilvitað hevur sagt ósatt ella um tað kann prógvast at hann ikki hevur vitað betur. Um prógva verður at landsstýrismaðurin ikki hevur lisið teldupostin kemur tað undir grovt ósketni. Í øllum føri er fráboðanin frá Vørn til Landsstýrismannin, bindandi fyri Høgna Hoydal.




