Í kvøld um sjeytíðina loysti Líðhamar frá Kósabrúnni við kós ímóti Íslandi. Tað ljóðar frá góðum fiskiskapi frá Norðsøka, so vónandi fer at gangast bátunum báðum væl at fáa uppí.
Tað krevst vit og skil at fáa ein slíkan túr at eydnast, tí teir hava bert einar 10 dagar at fiska í eftir at teir eru komnir á fiskimiðini. Fáa teir fleiri bakkdagar tá teir fyrst eru byrjaðir at fiska, so er skjótt til at ov lítið er komið í lastina tá teir 10 dagarnir eru farnir.
Vit ynskja Líðhamri góða ferð yvir hav og góðan túr.




