Nakað herfyri greiddu vit frá støðuni í fiskivinnuni har monetær ella peningalig virðir í milliardaklassanum standa uppá spæl. Leikarar standa á vøllinum og aðrir leikarar vilja sleppa inn á vøllin. Alt samfelagið luttekur í bardaganum um virðini og tey, sum ikki tíma ella orka at spæla við, verða noydd at hava eina støðu, tí illa ber til at bera seg undan at hava eina meining um reiðarar hava ov nógv ella ov lítið, og um politikarar skulu blanda seg uttanum ella ikki.
Konfliktin kom til skarpskeringar í seinastu viku tá nýskipanaruppskotið hjá samgonguni varð lagt fyri løgtingið. Uttanfyri stóð størsti parturin av føroyska flotanum – restin var ivaleyst til skips – og mótmælti ætlaðu broytingunum. Vit hava ikki sæð seinasta leikin í hesari orrustini, langt frá tí. Nú skal uppskotið í vinnunevndina og tað skal verða løgið um ikki onkur broyting verður gjørd áðrenn uppskotið kemur úr aftur nevndini tríggjar reisur og endaliga samtykt.
Føroyska samfelagið er eisini gloypt av einum øðrum virðisdysti í hesum døgum. Lat okkum kallað hendan dystin tvídráttin um tey kristnu virðini ella tey menniskjasligu virðini. Á aðrari síðuni standa tey konservativu, ið vilja halda fast við fornan sið, og á hinari síðuni standa tey progressivu, við javnrættindaskjaldrinum í hond og vilja dagføra føroysku mentanarsøguna.
Vígvøllurin er, ella rættari sagt var, hjúnarbandslógin. Skulu samkynd sleppa at giftast borgarliga? Fyri tey konservativu er henda gongd í andsøgn við alt tað sum føroyskt er, tey skilja als ikki drívmegina hjá mótpartinum og berjast av øllum alvi ímóti broytingunum. Tey progressivu skilja hinvegin heldur ikki tey konservativu og av tí sama snýr bardagin seg um at vinna hjørtu og lyndi hjá fólkahavinum og harvið eisini politikarunum. LGBT rørslan hevur á meistarligan hátt duga at rætt fólkadámin á sína kós. Tað skal sjálvsagt skoytast skjótt uppí, at globaliseringin við hennar serstøku mentanarligu bumbuálopum hevur gjørt sítt til, at víðka um útsiktina hjá føroyingum hesi seinastu mongu árini.
Úrslitið varð at hjúnarbandslógin varð samtykt á Føroya Løgtingi og nú kunnu samkynd giftast borgarliga í Føroyum.
Í einum dysti eru vinnarar og taparar. Tíðarandin ger, at tey progressivu vinna dystirnar við tíðini. Tað er einki serliga stuttligt at verða konservativur í hesum døgum. Tíðirnar broytast og vit broytast við, segði skaldið. Kanska vit skuldu nýyrkt ørindi til at Tiðirnar broytast og vit broytast við, um vit vilja tað ella ikki.
Vit kunnu fegnast um at okkara ósemjur rúmast í okkara samfelag. Vit kjakast, rópa og skelda og tað er tað. Tað blívur ikki til yvirgang. Vit fara skjótt at savnast á Ólavsøku har vit við okkara hjørtum og lyndi enn einferð endurskapa okkara lyftið at byggja hetta landið í felag.




