Seinnapartin í gjár varð skipað fyri heiðran av Klaksvíkar Badmintonfelag fyri sera gott kappingarár. Móttøka var í Býráðshøllini í Klaksík, har Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri flutti fram røðu
Seinnapartin í gjár varð skipað fyri heiðran av Klaksvíkar Badmintonfelag fyri sera gott kappingarár. Móttøka var í Býráðshøllini í Klaksík, har Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri flutti fram røðu
Veturin 2016/2017 hevur verið sera góður fyri Klaksvíkar Badmintonfelag má sigast, og er klárt mest vinnandi felag, serliga tá ið tað kemur til ungdóm.
Tað venja umleið 70 børn, og er áhugin vaksandi millum tey vaksnu eisini, har tað venja millum 15 – 20, verður sagt frá Klaksvíkar Badmintonfelag.
Frá Klaksvíkar Badmintonfelag gjørdust hesi fimm føroyameistarar í Føroyum 2017 av 10 møguligum:
Signhild V. Johannesen rópti hesi upp at verða fagnaði
FM í single U-9 gentir Osla Joh annesen 8 ár KBF
FM í single U-11 gentir Ranja Joensen 8 ár KBF
FM í single U-13 gentir Malena Olsen 13 ár KBF
FM í single U-15 gentir Lena Maria Joensen 14 ár KBF
FM í single U-17 dreingir Ari M Jacobsen 16 ár KBF
Grand Prix meistarar 2016/2017 vann KBF 4 av 9 kappingum fyri børn og ung U11-U19
U-13 gentir Ranja Joensen 8 ár
U-15 dreingir Hans Elttør 13 ár
U-15 gentir Ingibjørg Muller 15 ár
U-19 kvinnur Jóhanna Osberg Højsted 17 ár
FM fyri Lið. KBF vann tríggjar av fýra aldrum.
U-11 KBF
U-13 KBF
U17/19 KBF
Ársins ungu leikarar ella stjørnuskot í Føroyum, útnevnd á gallaveitslu av landsliðsvenjarunum.
Hjá dreingjum Ari M Jacobsen KBF
Hjá gentum Lena Maria Joensen KBF
Eftir røðuna hjá varaborgarstjóranum, varð felagnum handað gávu og boðið frukt og okkurt leskandi afturvið.
Her verður røðan hjá Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóra endurgivin:
Lívið er at náa!
Náa eitthvørt, vit hava sett okkum fyri, náa einum máli. At náa onkrum, krevur nógv av okkum. Vit mugu leggja orku, tíð og okkum sjálvi í tað, vit hava sett okkum fyri.
Eingin av okkum kemur á mál, uttan vit hava tað uppiborið. Tað er so ymiskt, hvat vit stremba eftir, onkur vil vera fimleikarastjørna, onkur vil lesa til lækna, onkur vil arbeiða fyri umhvørvinum o. s.fr.
Alt er gott og tørvur er á ymiskum fólkum, við ymiskum dreymum og ynskjum.
Strembanin eftir at vera nr. 1, er avbjóðandi og góð, men vit mugu ikki gloyma felagsskapin, familju og vinir.
Felagsskapurin, sum gevur okkum nógvar møguleikar. Møguleikar frá fyrstan tíð at verða sædd, fyri at fáa pláss, verða hoyrd, og knýtir okkum saman sum menniskju.
Familjan, sum stuðlar og lyftir okkum, eisini tá ið vit ikki vinna, ikki verða nr. 1. Familjan er tann eindin, sum er óbroytilig, líka mikið hvat heimurin hevur at bjóða okkum av lívsins avbjóðingum, er familjan har fyri okkum.
Vinir, sum vísa tykkum lívið sæð úr øðrum sjónarhorni. Vinir, sum læra tykkum at rúma onnur enn tey, sum stríðast fyri tí sama, sum tit gera. Vinir har tit kunnu vera tykkum sjálvi og luta tankar, sum hoyra ungdómstíðini til.
Øll hava vit tørv á viðurkenning, og í dag eru vit her, tí tit hava nátt so nógv. Tit hava vunnið og sett Klaksvíkina á breddan á badmintonøkinum.
Eitt gott ár fyri spælarar, familjur, felagið og ikki minst fyri býin. At hetta er gott fyri býin, ivast eingin í. Ítróttarstjørnir sum tit, eru góðar fyrimyndir og slóða undan fyri teimum, sum koma aftaná.
Hetta kappingarárið má sigast at vera byrjanin, til nakað spennandi fyri Klaksvíkar Badmintonfelag. Takk til tykkum øll, sum virka fyri, at hetta letur seg gera.
Nú hópurin brynjar seg til oyggjaleikir á Gotlandi, hevði verið mikið hugaligari um Klaksvíkar Badmintonfelag var við í hópinum. Men oyggjaleikir eru komnir fyri at verða, so í 2019 verða tit vónandi við.
Sum eg byrjaði við, “Livið er at náa”, men minnist til at njóta løtuna í dag, sum er grundarlagið fyri degnum í morgin – nú Klaksvíkin vísir seg frá síni bestu síðu.
Vit ynskja tykkum eitt stórt til lukku frá Klaksvíkar býráð, við ynskjum um eina bjarta framtíð.
Signhild V. Johannesen
varaborgarstjóri




