Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskimálaráðið var frá fyrsta degi partur av viðgerðini um at flyta veiðuloyvi

John William Joensen

Advokaturin hjá P/F Nærabergi, sum eigur uppisjóvarskipið Slættaberg, samskiftir eisini við fiskimálaráðið viðvíkjandi flyting av nógv umrødda veiðuloyvinum.

Advokaturin hjá P/F Nærabergi sum eigur uppisjóvarskipið Slættaberg, samskiftir eisini við fiskimálaráðið viðvíkjandi flyting av nógv umrødda veiðuloyvinum.

Tann 14. Juni 2016 skrivar advokaturin hjá P/F Næraberg bræv til Fiskimálaráði har nágreiniliga verður greitt frá ætlanunm við at flyta loyvi frá Helenu til Slættaberg.

… Víst verður til skriv frá Fiskimálaráðnum dagfest 19. Mai 2016 viðvíkjandi umsókn frá P/F Næraberg um at játta M/S Næraberg og M/S Slættaberg at reka royndarveiðu eftir makreli í grønlendskum sjógvi.

Sambært nevnda skrivi er Fiskimálaráðið sinnað at ganga umsóknini á møti, við ymsum fortreytum herundir at skipini hava veiðuloyvi.

Ætlanin er at útvega veiðuloyvið frá Helenu XPSD …… til P/F Næraberg, sum frammanundan eigur Slættaberg…… so at Slættaberg kann fiska makrel í Grønlandi samana við Næraberg…..

Eg skal vinarliga biðja um tilsókn sambært hesi umsókn, áðrenn transaktiónirnar verða framdar.


Andras Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, svarar soleiðis:

…. Víst verður til skriv tykkara dagfest 14. Juni 2016, har tað vegna P/F Næraberg verður søkt um, at veiðuloyvi hjá M/S Helena kann verða flutt á M/S Slættaberg, og at tilsøgn verður givin um, m/s Helena seinni kann fáa veiðuloyvið av aftur m/s Slættaberg.

…. Sambært teimum skjølum, sum fiskimálaráðið hevur skipið m/s Helena ikki veiðuloyvi.

Í sambandi við umsókn tykkara hevur Fiskimálaráðið sett seg í samband við Vørn, sum avgreiðir umsóknir viðvíkjandi veiðuloyvum hjá heimaflotanum. Sum skilst, er onkur flyting framd, so m/s Helena nú hevur eitt veiðuloyvið sum skip í bólki 3, línuskip yvir 110 tons, sambært §28, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap.

…. Tá tað er Vørn sum málsviðgerð og tekur avgerðir viðvíkjandi flyting av veiðiloyvum hjá fiskiførum, flokkað sum bólkur 3, línuskip yvir 110 tons, eiga tit tí at venda tykkum til Vørn við umsóknini, sum er send Fiskimálaráðnum …..

Sum sæst á hesum samskiftinum, nevnir Fiskimálaráðið einki um at tað skal verða ímóti lógini at flyta veiðuloyvi frá línuskipum til uppisjóvarskip.

LES EISINI: Hægstarrættaradvokatur: Høgni Hoydal gjørdi seg sjálvan til part av málvsviðgerini