Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

12. umfar: Víkingur verður nýtt oddalið

Jákup Ósá

Oddbjørn Joensen væntar, at vit fáa eitt nýtt oddalið í Effodeildini mikukvøldið. 

KÍ skal spæla torføran dyst í Runavík, sum er vøllurin, har KÍ hevur staðið seg ringast seinastu árini. Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari, væntar eisini í FSF varpinum hesaferð, at NSÍ fer avstað við øllum tó at tað verður nakað tættari á máltalvuni enn í seinnu hálvfinaluni. Víkingur vinnur sín dyst móti EB/Streymi og tískil fáa vit eitt nýtt oddalið í Effodeildini mikukvøldið. Niðanfyri kann FSF varpið síggjast.