Tað er tann sum stevnir, ið skal prógva ábyrgdargrundarlagið og atvoldarsambandið í einum endurgjaldsmáli. Hetta merkir, at tað er Fíggjarligt Støðufesti ið skal prógva, at avgerðirnar ella manglandi avgerðirnar hjá bankaleiðslunum eru orsøk til tapið sum stevningin snýr seg um (at talan er um “kausalitet” á løgfrøðimáli), og skal prógva at bankaleiðslurnar innsóðu ella áttu at innsæð at avgerðirnar fóru at føra til tapið (á løgfrøðimáli nevnt “adækvans”), og at tær tískil ífalla leiðsluábyrgd og skulu rinda endurgjald til Fíggjarligt Støðufesti.
Tað er tann sum stevnir, ið skal prógva ábyrgdargrundarlagið og atvoldarsambandið í einum endurgjaldsmáli. Hetta merkir, at tað er Fíggjarligt Støðufesti ið skal prógva, at avgerðirnar ella manglandi avgerðirnar hjá bankaleiðslunum eru orsøk til tapið sum stevningin snýr seg um (at talan er um “kausalitet” á løgfrøðimáli), og skal prógva at bankaleiðslurnar innsóðu ella áttu at innsæð at avgerðirnar fóru at føra til tapið (á løgfrøðimáli nevnt “adækvans”), og at tær tískil ífalla leiðsluábyrgd og skulu rinda endurgjald til Fíggjarligt Støðufesti.
Í dóminum, sum rætturin í Lyngby feldi 12. juni í Amager Bank sakini, bls. 1071-1073, lýsir rætturin tær meginreglur sum eru galdandi, í sambandi við at staðfesta leiðsluábyrgd og rætt til endurgjald fyri tap av bankarakstri:
1. Rætturin sigur m.a. at talan er um eina ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum føri, hvørt ein lánveiting er forsvarlig ella ikki, herundir um lántakarin er fíggjarliga sterkur nokk og hvørji skjalprógv skulu fyriliggja hesum viðvíkjandi. Á bls. 1071 í dóminum sigur rætturin soleiðis: “Rætturin heldur, at ein skal vera varin við at seta til síðis tað handilsligu meting, sum nevnd og stjórn í Amagerbankanum hava útynt í sambandi við játtan av einum láni” [okkara umseting].
2. Tá metast skal um hvørt játtan av einum láni er ábyrgjandi fyri leiðsluna, má tað faktum, at Fíggjareftirlitið hevur mett um lánið í sambandi við eina kanning í bankanum, innganga við ikki lítlari vekt tá rætturin metir um lánið. Eisini leggur rætturin dent á, hvørja meting grannskoðanin hevur gjørt av láninum og av niðurskrivingartørvinum.
3. Tað hevur eisini týdning fyri rættin, hvørt eitt lán er játtað áðrenn ella eftir fíggjarkreppuna. Útsøgnin hjá rættinum má skiljast soleiðis, at eitt lán veitt áðrenn fíggjarkreppuna skal metast í ljósinum av tí búskaparstøðu og teimum búskaparútlitum sum vóru tá, og tí útlánspraksis sum var vanlig áðrenn kreppuna, meðan lán veitt eftir at fíggjarkreppan byrjaði mugu metast í ljósinum av støðuni undir fíggjarkreppuni.
4. Rætturin leggur loksins dent á, at Amagerbankin hevði eina strategi um at síggja neyðlíðandi viðskiftir í einum longri perspektivi, og at hendan strategiin var grundað á ítøkiligar royndir frá eini eldri kreppu, og at hetta var undirbygt við at Amagerbankin hevði víst evni til at útvega munandi nýggjan partapening undir fíggjarkreppuni.
Tað avgerandi er, sigur rætturin, um tað var forsvarligt at játta grundað á teir upplýsingar sum fyrilógu um tað mundið, tá einstakað lánið varð játtað.
Amagerbankin livdi ikki upp til lógarkrøvini um funktiónsskilnað, ið skal tryggja neyðugt eftirlit, soleiðis at tann ið ger uppgávurnar og tann ið hevur eftirlit ikki er tann sami. Fíggjarligt Støðufesti hevði í tí sambandinum gjørt galdandi, at tað tí eru tey saksøktu (leiðslan) ið skulu ávísa, at tað ikki er samband millum manglandi funktiónsskilnaðin og tapið, tvs. øvugt próvbyrða.
Her sigur rætturin greitt, at manglandi funktiónsskilnaður er ikki í sjálvum sær ábyrgjandi fyri leiðsluna, og at tað tí framvegis er Fíggjarligt Støðufesti ið skal prógva ábyrgdargrundarlagið og atvoldarsambandið.
Harvið fylgir rætturin teimum meginreglum, sum vóru lagdar av Eystara Landsrætti í sonevnda Capinordic bankamálinum, og sum annars er vanlig praksis í endurgjaldsmálum. Fíggjarligt Støðufesti hevur annars roynt at gjørt galdandi, at tað fyri bankaleiðslur er galdandi eini skerpað professiónsábyrgd, men hesum hevur rætturin nú í tveimum dómum avvíst.
Í Capinordik dóminum fekk Fíggjarligt Støðufesti partvís viðhald, tí rætturin staðfesti at bankaleiðslan hevði tikið ávísar avgerðir sum vóru til teirra egna persónliga fyrimun, og sum bankaleiðslan tí kundi ábyrgjast fyri.
Í Amagerbank dóminum staðfesti rætturin hinvegin, at leiðslan í Amagerbankanum einans hevði røkt sakligu atlitini hjá bankanum, og ikki røkt egin áhugamál. Rætturin kom tí til, at leiðslan ikki kundi ábyrgjast fyri tapini í bankanum.
Tað stutta av tí langa er tí, at tað er tann ið stevnir ið hevur próvbyrðuna fyri, at bankaleiðslan hevur tikið avgerðir har leiðslan kann ábyrgjast.
Higartil hevur tað ikki hepnast so væl hjá Fíggjarligum Støðufesti at lyfta hesa próvbyrðu, hóast teir hava nýtt trýsiffraðar milliónaupphæddir til útvaldar sakførarar, sum teir sambært Konkurrence- og Forbrugerstyrelsen hava valt í stríð við lógarásettu skylduna um at senda advokatuppgávurnar í útboð.




