Higartil hevur tað gingið so sum so í stevningunum hjá Fíggjarligum Støðufesti móti fyrrverandi bankaleiðslum, og mánadagin tapti Fíggjarligt Støðufestið sakarmálið móti bankaleiðsluni í Amagerbanken. Í august í ár fellur væntandi dómur í Roskilde Bank málinum.
Higartil hevur tað gingið so sum so í stevningunum hjá Fíggjarligum Støðufesti móti fyrrverandi bankaleiðslum, og mánadagin tapti Fíggjarligt Støðufestið sakarmálið móti bankaleiðsluni í Amagerbanken. Í august í ár fellur væntandi dómur í Roskilde Bank málinum.
Fíggjarligt støðufesti hevur eisini stevnt fyrrverandi bankaleiðslunum og uttanhýsis grannskoðaranum í Eik Banka í Føroyum og Eik Bank Danmark eftir stórum endurgjaldsupphæddum. Eisini í tí málinum hevur tað gingið so sum so hjá Fíggjarligum Støðufesti.
Tað var í juni 2011 at advokatfyritøkan Kromann Reumert, sum eisini hevur verið advokatur fyri Fíggjarligt Støðufesti í Amagerbank málunum, í síni frágreiðing um Eik bankarnar kom til tað niðurstøðu, at grundarlag var fyri at gera endurgjaldsábyrgd galdandi mótvegis føroysku og donsku bankaleiðslunum. Fíggjarligt Støðufesti valdi síðani somu Kromann Reumert at føra sakirnar fyri seg.
Stevningin móti bankaleiðsluni í Eik Banka var latin rættinum í desember 2011, meðan stevningin móti donsku bankaleiðsluni var latin rættinum í september 2012.
Sum liður í málinum stevndi Fíggjarligt Støðufesti í juli 2013 grannskoðarafyritøkuni Deloitte fyri danska Grannskoðararáðið (Revisornævnet). Deloitte var nevniliga valt sum grannskoðari hjá Eik samtakinum í 2010, saman við Nota.
Uppáhaldið hjá Fíggjarligum Støðufesti var, at Deloitte átti at havt tikið fyrivarni í Review-váttanini í roknskapinum hjá Eik Bank Danmark fyri 1 ársfjórðing 2010, tí kvartalsroknskapurin sambært Fíggjarligum Støðufesti ikki var rættvísandi, og at Deloitte átti at havt fráboða Fíggjareftirlitinum hetta.
Grannskoðararáðið fríkendi Deloitte í november 2014. M.a. sigur ráðið í síni avgerð, at Deloitte í sambandi við at teir tóku við sum grannskoðarar í 2010 hava gjøgnumgingið pappírini hjá innanhýsis og uttanhýsis grannskoðanini (t.e. Nota) fyri 2009, og hava gjørt umfatandi kanningar og fyrispuringar viðvíkjandi tí skrivliga tilfarinum sum lá til grund fyri roknskapin fyri fyrsta kvartal 2010. Grannskoðararáðið gongur tí ikki klaguni frá Fíggjarligum Støðufesti á møti, og fríkennir Deloitte.
Síðani hevur Finansiel Stabilitet biðið um “syn og skøn” av arbeiðinum hjá føroyska grannskoðaranum, Nota. Tað gongur fyri seg við at rætturin tilnevnir tveir óheftar ríkisgóðkendar grannskoðarar sum “syn- og skønsmænd”. Arbeiði varð liðugt fyri kortum, og sum skilst ganga niðurstøðurnar hjá grannskoðaraserfrøðingunum heldur ikki Fíggjarligum Støðufesti eftir vild.
Nýliga hevur Fíggjarligt Støðufesti so slept ein part av kravinum í stevningini í Eik Bank Danmark málinum.
Málið um Eik Bank Danmark byrjar í Østre Landsret tann 4. september í ár. Málið um Eik Banka kemur fyri í Føroya Rætti 8. januar í komandi ári. Møguleiki er fyri at skjóta dómarnar inn fyri hægri rætt. Sostatt kann enn ganga rúm tíð til bankaleiðslurnar og grannskoðarin, sum nú hava havt stevningarnar frá danska statinum hangandi yvir høvdinum í 6 ár, kunnu fáa eina avgerð.




