Sunnudagin verður tað júst eitt ár síðani, at Víkingur seinast tapti sín næstseinasta landskappingardyst.
Føroyameistararnir úr Víkingi løgdu seg í kvøld á oddasessin í Effodeildini. Breiddin í hópinum stóð sína roynd og liðið vann trý stig á útivølli móti EB/Streymi hóast leikarar sum Atli Gregersen, Hans Jørgen Durhuus, Fróði Benjaminsen og Hans Pauli Samuelsen ikki vóru við. Og tað er einki at ivast í, at Víkingar hava góðan møguleika at endurvinna meistaraheitið. Tí Víkingar hava eina langa røð av góðum úrslitum. Sunnudagin 18. juni spælir Víkingur ímóti NSÍ. Og júst 18. juni í fjør og móti júst NSÍ tapti Víkingur sín næst seinasta landskappingardyst. Alt hetta árið síðani tá er tað bara KÍ, sum hevur megnað at vunnið á Víkingi í landskappingini. Tað hendi í 23. umfari í Sarpugerði í fjør.
Úrslitini hjá Víkingi seinasta árið í landskappingini eru hesi:
2016:
16. umfar 24. juni 2016: TB-Víkingur 0-2
17. umfar: Víkingur-AB 3-0
18. umfar: B36-Víkingur 0-2
19. umfar: Víkingur-B68 5-1
20. umfar: ÍF-Víkingur 1-3
21. umfar: Víkingur-Skála 4-0
22. umfar: HB-Víkingur 0-1
23. umfar: Víkingur-KÍ 1-2
24. umfar: Víkingur-NSÍ 2-0
25. umfar: Víkingur-TB 1-0
26. umfar: Víkingur-B36 2-0
27. umfar: AB-Víkingur 1-4
2017:
1. umfar: Víkingur-B36 1-1
2. umfar: NSÍ-Víkingur 0-1
3. umfar: Víkingur-Skála 1-0
4. umfar: EB/Streymur-Víkingur 1-5
5. umfar: Víkingur-KÍ 2-2
6. umfar: HB-Víkingur 2-2
7. umfar: Víkingur-07 Vestur 2-2
8. umfar: ÍF-Víkingur 1-1
9. umfar: Víkingur-TB/FC Suðuroy/Royn 3-0
10. umfar: Víkingur-Skála 4-0
11. umfar: B36-Víkingur 3-5
12. umfar: EB/Streymur-Víkingur 0-1
Landskappingardystir síðani 18. juni 2016: 24
Víkingur vunnið: 18
Javnleikur: 5
Víkingur tapt: 1




