Søkt verður eftir náttarvakt til Blákrossheimið.
Við hesum verður søkt eftir náttarvakt til Blákrossheimið, at byrja 15. aug. 2017.
Viðgerðin á Blákrossheiminum er ein sálarlig- og sosialpædagogisk viðgerð, sum m.a. byggir á kognitivar- og atferðar broytingar, skipað við bólkarbeiði, staksamrøðum og fysiskari venjing.
Uppgávur/arbeiðsøki:
- Verða um búfólkini um náttina.
- Taka telefon.
- Fyrifallandi praktiskt arbeiði.
- Samtala við búfólkini og tey, sum ringja inn um náttina.
Vit rokna við, at tú:
- hevur lætt við at koma í samband við menniskju.
- hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
- ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevnir.
- vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya.
- tað er ein fyrimunur at tú hevur ástøðiliga útbúgving.
Løn/setanartreytir:
Talan er um 0,7 starv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist: 7. juni 2017.
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




