Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

13. umfar: Fleiri lykladystir í norðurøkinum

Jákup Ósá

Metingar: Toppdystur er í Norðragøtu og botndystur er í Fuglafirði. Í Klaksvík møtir KÍ javnleiksserfrøðingunum úr B36.

Metingar: Toppdystur er í Norðragøtu og botndystur er í Fuglafirði. Í Klaksvík møtir KÍ javnleiksserfrøðingunum úr B36.

Næstseinasta umfar undan summarsteðginum er á skránni sunnudagin. Stóri dystur hetta umfarið er í Norðragøtu, har nummar 1 og 3 møtast. Vinnur nummar 3, NSÍ, samstundis sum B36 heldur fram við at spæla javnleik og fær 1 stig í Klaksvík ella kanska vinnur, so verður FM kappingin púra opin millum trý lið, har tað kanska eisini eru lið beint aftanfyri topp 3, sum kunnu hótta seinni um tey fáa eina sigursrøð. Men kappingin kann eisini slitna ordiliga sundur um t.d. bæði tey fremstu liðini, Víkingur og KÍ vinna sínar dystir. Í botnstríðnum eru eyguni vend móti ÍF, sum helst máa fáa fulla úrtøku móti EB/Streymi á heimavølli fyri at fáa vónina aftur fyri at kunna koma uppum niðurflytingarstrikuna. Niðanfyri verður mett um 13. umfar í Effodeildini.

ÍF-EB/Streymur

ÍF tapti týðandi botndystin móti 07 Vestur, og nú skulu fleiri umfør til, áðrenn ÍF kann hugsa um at sleppa av aftasta plássinum. EB/Streymur fekk minkað um tapið frá seinasta dysti móti Víkingi, men tað var neyvan ein slíkan dyst, at EB/Streymur fyrst hugsar um at fáa stig. ÍF hevur møguliga nýggjan danskan álopsleikara við til hendan dystin og spennandi verður at síggja hansara dygdir. ÍF hevur vunnið ein dyst í ár, og tað var ímóti júst EB/Streymi á heimavølli. EB/Streymur er trupult lið at meta um, tí m.a. hevur liðið vunnið uppiborið við Stórá í Trongisvági. ÍF er kroyst til at vinna og so er spurningurin, um tað hevur góða ella keðiliga ávirkan á liðið. Vit royna ein heimasigur. Tipping: 1 (2-1)

TB/FC Suðuroy/Royn-07 Vestur

TB/FC Suðuroy/Royn spælir við einum ótrúligum stríðsvilja. Ein skal ongantíð avskrivað suðuroyingar hava vit sæð fleiri dømir um í ár. Við 9 móti 11 leikarum fingu teir útjavnandi málið í trupla útidystinum á Skála. 07 Vestur fekk sera týðandi sigur á ÍF, og nú er 07 Vestur uppiyvir niðurflytingarstrikuni. Bæði Ken Fagerberg og Søren Nielsen spældu frá byrjan og vit kunnu ímynda okkum, at 07 Vestur hevði havt munandi fleiri stig, um teir altíð vóru tøkir. Suðuroyingar fingu tvey reyð kort á Skála, so tað verður eitt skert lið. Men á heimavølli er TB/FC Suðuroy/Royn favorittur, hóast 07 Vestur fleiri ferðir hevur vunnið á útivølli fyrr í ár í dystum, sum kanska líkjast hesum. Dysturin er tí kanska rímiliga opin. Tipping: 1 (2-1)

HB-Skála

HB fekk í evstu løtu bjargað sær eitt stig móti B36, og tí er HB framvegis væl við í kappingini um seinasta Europa League plássið. Skála er hinvegin undir niðurflytingarstrikuni, og tí eru bæði liðini undir trýsti at fáa stig. Tað munnu vera nógv ár síðani, at Skála vann ein dyst í Gundadali og hóast Skála hevur eitt rímiliga gott lið, sum á rætta degnum kann geva øllum liðum dygga mótstøðu, eisini á útivølli, so er HB favorittur hendan dystin. HB hevur í ár havt tað við at vunnið heimadystir sum hesar, m.a. móti 07 Vestur, ÍF og TB/FC Suðuroy/Royn. Tipping: 1 (2-0)

Víkingur-NSÍ

Toppdystur er í Sarpugerði. Og talan er samstundis um eina grannauppgerð, sum Víkingur seinastu árini hevur vunnið hvørjaferð við undantaki av á Eystanstevnu í fjør. Hesin dysturin er eisini á Eystanstevnu, men munurin er, at spælt verður í Norðragøtu. Dysturin hevur nógv meir at siga fyri NSÍ, tí vinnur Víkingur her, so verður NSÍ fyribils hektað av í meistarastríðnum í mun til Víking. Tá vera 8 stig á muni. Víkingur er oddalið og favorittur. Men NSÍ tykist hava ment seg á ymiskum økjum í ár, og kanska er liðið betri ment at spæla ein so krevjandi dyst. Vit hava sæð, at NSÍ hevur fingið stig bæði í Gundadali og við Djúpumýru, so hví ikki eisini í Sarpugerði? Spurningurin er bara, um tað mentala kann spæla inn, har Víkingur bara eigur at vinna hendan dystin. Tað kann blíva eitt brak av einum dysti, tí Víkingur hevur skorað nógv mál seinastu tíðina, meðan NSÍ altíð hevur vandamikið álopsspæl, har profilarnir á liðnum finnast. Tipping: 1 (3-2)

KÍ-B36

Ein hoyrir viðhvørt, at stigatalvan lýgur ongantíð. Men tað ger hon partvís um B36 2017 eftir 12 umfør. Liðið hevur bara 14 stig, men umstøðurnar hjá hópinum hava verið óvanligar. B36 hevur verið nógv harðari rakt av skaðum enn flestu av hinum liðunum. Síðani eru leikbann komin. Men ikki minst, so hevur liðið spælt eina røð av javnleikum (8 av 12 dystum), har liðið í fleiri førum útfrá dystargongd skuldi havt vunnið dystirnar. Nú er B36 væl betri mannað enn fyrr í ár, og tí møtir KÍ einum væl sterkari liði enn stigatalvan kundi bent á, har B36 liggur nummar 6. KÍ fekk javnleik í Runavík mikukvøldið og hóast sigurin glapp í síðstu løtu, so var talan um fyrsta stigið í Runavík í 3 ár. Fyri KÍ var tað gleðiligt at síggja, at Páll A. Klettskarð aftur var málskjútti, meðan innskifti Jóannes Bjartalíð spældi ein góðan seinna hálvleik. Teir báðir hava havt avísar trupulleikar við at livað upp til kappingarárið í fjør. Dystirnir millum hesi bæði liðini hava seinastu ferðirnar verið javnir og spennandi. Hesin kann fara báðar vegir og vit kunnu fáa málríkan dyst eisini, tí B36 skorar nógv mál og KÍ skorar sum oftast eisini, tá tað krevst. Ein 1-1 ella 2-2 javnleikur er gott boð eins og báðir dystirnir í fjør endaðu. Tipping: X (1-1)

Harleywoodpaint