Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.
Vit sóknast eftir
Heilsurøktara ella heilsuhjálpara at avloysa í Heimatænastuni í bygdunum Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði.
Talan er um skiftandi arbeiðstíðir og í vikuskiftum.
Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:
- NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
- NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
- Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.
Førleikakrøv
- Útbúgvin sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
- Áhuga í at arbeiða saman við eldri borgarum
- Góð samstarvsevni
- KT-førleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
- Stórar fakligar avbjóðingar
- Sjálvstøðugt starv
- Gott samstarv við onnur fakfólk
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tlf. +298 793470.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi týsadagin 4. juli 2017.




